Partrolarar fáa nakað av hvítum fiski

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur. Onkur brúkilig hál eru, og skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Seks partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini hava misjavnan fiskiskap. Onkur skip hava brúkilig hál inn ímillum.

 

Umframt upsa, fáa partrolararnir í løtuni eisini nakað av hvítum fiski. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. 

 

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, og ein annar liggur við bryggju. Væntandi landar djúpvatnstrolarin, sum er til fiskiskap, síðst í næstu viku.

 

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu. Væntandi loysir onkur annar ein av næstu døgunum.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku, og teir hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

- Tvey garnaskip koma inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt tiðja kemur síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.