Nú hava partrolarar frægari fiskiskap

Spurningurin er, um hampiligi fiskiskapurin hjá partrolarum hevur nakað við tað at gera, at nøkur trolfrí øki nú eru latin uppaftur.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fiska upsa, og tey fáa eisini nakað av hjáveiði. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Í dag siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at fiskiskapurin hjá partrolarum er hampiligur. Annars hevur leingi ljóðað, at fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur.

 

Spurningurin er so, um hampiligi fiskiskapurin í løtuni hevur nakað við tað at gera, at nøkur trolfrí øki nú eru latin upp aftur fyri partrolarunum.

 

Treytin fyri at sleppa at fiska í trolfríu økjunum er, at skipini hava skiljirist í trolinum, eins skiljiristin nú er vorðin eitt krav í næstan øllum trolfiskiskapi eftir botnfiski undir Føroyum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Sagt verður, at hesin fiskar kongafisk og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

Í løtuni eru sjey av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Ein kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma seinni í vikuni. Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini koma inn at landa síðst í vikuni, men fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur. Tvey garnaskip fiska eisini havtasku og hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Annað garnaskipið á havtaskuveiði landar mánadagin, og hitt kemur inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, verður lagt aftrat.