Partur av Tinghúsvegnum stongdur 5. februar

Tórshavnar kommuna boðar frá, at arbeiði miðskieiðis í Havnini ávirkar ferðsluna í morgin,

 

Talan er um part av Tinghúsvegnum, ið verður stongdur.

 

Tinghúsvegurin er stongdur frá Nólsoyar Páls gøtu til Sverrisgøtu hósdagin 5. februar klokkan 13 til 18 í sambandi við, at arbeitt verður í garðinum á Tinghúsvegi 10, skrivar torshavn.fo.