Tað týdningarmesta er at tunnilsarbeiðið fer í gongd

- Vit hava sett vónina á tunnilin, ið fer at geva okkum sama fleksibilitet, sum øðrum føroyingum at tilrættaleggja gerandisdagin og lívið, sum eitt nútíðarsamfelag eigur at loyva sínum íbúgvum, sigur Magnus Pauli West

 

- Kjakið um Suðuroyartunnilin hevur teknað eina skeiva mynd av Suðuroynni - fólkinum, gerandisdegnum og møguleikunum. Her er gott at búgva, og her er ein rúgva av møguleikum, sigur Magnus Pauli West

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út? 

- Eg eri sera harmur um, hvussu málið um Suðuroyartunnilin er viðgjørt. Eg haldi, at okkara politikarar hava formáað at sett føroyafólk upp í móti hvørjum øðrum - ólíkt nøkrum øðrum løgtingsmáli. Politikararnir hava ikki megnað at tikið eina avgerð í málinum, sum tey eru vald til og hava lovað. 

Tað sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari hjá Vágs kommunu. 

- Men, tá hetta er sagt, so vænti eg, at løgtingið nú samtykkir málið um Suðuroyartunnilin. Eg vænti serliga, at tey fólkavaldu úr Suðuroynni standa saman um hetta mál, eins og onnur fólkavald standa saman um teirra økir.  

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?

- Tunnilin hevur sera stóran týdning. Vit suðuroyingar hava sett vónina á tunnilin, ið fer at geva okkum sama fleksibilitet, sum øðrum føroyingum at tilrætta leggja gerandisdagin og lívið, sum eitt nútíðarsamfelag eigur at loyva sínum íbúgvum. 

Hann sigur, at tunnilin sjálvsagt eisini fer geva suðuroyingum atgongd til meginøkið og restina av føroyingum atgongd til eina spennandi oyggj og ein ótroyttan marknað.  

- Samfelagsliga fer tunnilin at knýta fleiri 90 prosent av føroyingunum saman við vegum, og hann fer at leggja gróðrarbotn til at menna og fyriskipa Føroyar, so hetta í størri mun fer at tæna øllum økjum og loyva føroyingum at velja, hvar tey ynskja at búseta seg.  

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár? 

- Ja, ella nøkur ár longur úti í framtíðini. Tað týdningarmiklasta er, at byrjað verður at gera tunnilin, tí tá kunna vit anda lætta, sum Magnus Pauli tekur til. 

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur? 

- Eg haldi, at kjakið um Suðuroyartunnilin hevur teknað eina skeiva mynd av oynni - fólkinum, gerandisdegnum og møguleikunum. Her er gott at búgva, og her er ein rúgva av møguleikum. 

Trivnaðarleiðarin hjá Vágs kommunu, Magnus Pauli West, heldur, at kemur Suðuroyartunnilin ikki, noyðast suðuroyingar at seta seg niður at hugsa og arbeiða út frá øðrum fyriteytum.

 

 

 

 

 

- Kjakið um Suðuroyartunnilin hevur teknað eina skeiva mynd av Suðuroynni - fólkinum, gerandisdegnum og møguleikunum. Her er gott at búgva, og her er ein rúgva av møguleikum, sigur Magnus Pauli West