Pat Boone spyr eftir myndum

Pat Boone ynskir at finna gamlar myndir av sær í Føroyum

Í tveimum av útvarpssendingunum "Afturhvarv" sum Birgar Johannessen og Djóni Andreasen skipa fyri hvørt leygarkvøld, hava teir saman við Victor Carlsen havt telefonsamrøður við heimskenda amerikanska golpel- og country sangaran Pat Boone. Tá Pat Boone, saman við familjuni, var í Føroyum í 1977, vóru nógvar myndir tiknar av teimum í býnum og á konsertunum, sum vóru hildnar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tilsamans 5000 fólk vóru til konsertirnar. Victor Carlsen stóð fyri øllum fyrireikingunum til vitjanina í Føroyum. Í telefonsamrøðunum við Pat Boone, sum í dag er 68 ára gamal, kom fram, at hann ongar myndir hevði frá túrinum í Føroyum, og at hann fegin hevði vilja fingið myndir og annað tilfar sum minni um túrin. Victor Carlsen og Birgar Johannessen hava nú tikið stig til at savna inn tiltar, myndir, útvarpsamrøður o.a. frá vitjanini. Teir heita á fólk, sum liggja inni við myndum frá vitjanini um at siga teimum frá. Myndirnar verða skannaðar og sendar aftur til viðkomandi. Tey sum hava myndir kunnu seta seg í samband við Victor á tel. 212927 ella teldupost:victor@kallnet.fo.