Patrik og Klæmint mannaðu álopið í seinna hálvleiki

Breiðablik vann stórsigur á grannunum HK í ársins fyrsta venjingardysti

Mynd: fsf.fo

So hava føroysku áleypararnir, Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen verið á vøllinum í fyrsta venjingardystinum fyri verandi íslendska meistaraliðið, Breiðablik.

 

Breiðablik leikti ígjár venjingardyst móti hinum størra liðnum í Kópavogi, HK. 

 

HK var á odda 1-0 í steðginum. Í seinna hálvleiki kom føroyska álopsparið á vøllin, og tað munaði, tí Breiðablik vann dystin 4-1.

 

Patrik Johannesen og Tómas Orri Róbertsson skutu tvey mál hvør fyri Breiðablik.

 

Í februar skal Breiðablik taka lut í einari liga-steypakapping. Fyrsti veruliga kappingardysturin verður spældur 4. apríl tá Breiðablik skal spæla stórsteypadyst móti Víkingi Reykjavík. 10. apríl byrjar kappingin í bestu deildini í Íslandi. 

 

Mynd: fsf.fo