Patrik skoraði upp á beinleiðis fríspark

Breiðablik eru nú javnir í stigum við Víking Reykjavík

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik eru nú javnir í stigum við Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Breiðablik vann í kvøld á heimavølli 3-1 á Fram. 

 

Patrik sum kom á vøllin í 33. minutti fyri Kristinn Steindórsson skoraði til 3-1 upp á beinleiðis fríspark. Talan er um annað málið hjá Patriki hetta kappingarárið.

 

Breiðablik-Fram 3-1 (1-1)

1-0 Damir Muminovic ('20 )

1-1 Magnús Þórðarson ('31 )

2-1 Ísak Snær Þorvaldsson ('56 )

3-1 Patrik Johannesen ('67 )

 

Gunnar Vatnhamar og aðrir stuðulsleikarar hjá Víkingi Reykjavík vóru í kvøld spardir til heimadystin móti Akranesi. 

 

Víkingur er á gáttini til at vinna seg í deildarspælið í Conference League, og teir spæla á heimavølli móti Santa Coloma úr Andorra komandi hóskvøld klokkan 19.

 

Skerda Víkinga-liðið megnaði ikki at fáa stig móti Akranesi, og tí eru Víkingur og Breiðablik við 40 stigum hvør jøvn í oddinum í deildini. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunur+/-Stig
1Víkingur Reykjavík19124344:212340
2Breiðablik19124343:222140
3Valur1995544:281632
4Akranes1994637:251231
5FH1985633:30329
6Fram1975727:26126
7Stjarnan1974834:35-125
8KA1966728:33-524
9KR1846828:34-618
10Vestri19451021:39-1817
11Fylkir19441124:42-1816
12HK18421219:47-2814