Paul Clapson deyður

Fyrrverandi KÍ spælarin andaðist bara 34 ára gamal

Norðlýsið skrivar í dag, at Paul Clapson er deyður bara 34 ára gamal. Amerikanarin kom til KÍ í 2006 og spældi í tvey ár við KÍ. Hann bleiv toppskjútti bæði árini.

 

Óiva er hann mest kendur fyri málið, sum hann skoraði á Mølini á Eiði í 2006. Eitt mál, sum sendi FM-heitið úr Sundalagnum og til HB í Havn. EB/Streymur skuldi bara hava javnleik fyri at vinna FM, meðan KÍ ikki hevði so nógv at spæla fyri.

 

Paul Clapson spældi 49 dystir fyri KÍ í bestu deildini og skoraði 26 mál.