- Hvar er Watson, spyr Tony Marano. Leo Poulsen, tíðindamaður á Rás 2, hevur júst spurt Tony Marano, um tey 14 Sea Shepherd fólkini, ið vóru handtikin á Sandi leygardagin.
- Paul Watson situr og krógvar seg í París, meðan hann sendir sínar skósveinar at gera tað skitna arbeiðið. Hann er ein ússaligur maður, sigur Tony Marano.
Hann og nøkur vinfólk eru komin til Føroya fyri at vísa føroyingum sín stuðul í stríðnum fyri grindadrápinum.
- Tit eru ikki einsamøll í tykkara stríði móti Sea Shepherd, sigur Tony Marano, kendur Sea Shepherd atfinnari.
Tony Marano er best kendur sum PropagandabusterTony á YouTube, har hann regluliga ger innsløg, sum speireka Paul Watson og Sea Shepherd í teirra stríði móti hvalaveiðuni.
- Vit vóna at sleppa at flenna at og gera gjøldur burtur úr teimum, meðan vit eru her í Føroyum, sigur hann í samrøðu við Rás 2.
- Tey eru óvitandi, sigur Tony Marano um kunnleikan hjá Sea Shepherd fólkunum um hvalastovnin og hvalaveiðu sum heild. Teirra mótstøða er kensluborin, men ikki skilasom.
- Tí tørvar einum ikki fakta og tøl fyri at kjakast við tey. Tosa skilasamt, og teirra kenslubornu grundgevingar fella til jarðar.
- Tey eru einki at óttast, sigur Tony Marano at enda, einans nakrir klovnar at flenna at.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Tony Marano.