Nú trý umfør eru eftir at leika í grundspælinum er háspenningur í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Liðið hjá Paula Høj, Bergsøy er fremst í deildini við 40 stigum. Teimum á baki koma Viking TIF og Bodø, bæði við 39 stigum.
Í kvøld vann Bergsøy á útivølli 33-31 á Melhus. Í steðginum var Bergsøy eisini á odda við tveimum málum. Tá var støðan 18-16.
Pauli var saman við Emil Andreas Raknes og Markus Buchardt toppskjútti hjá Bergsøy. Teir skutu seks mál hvør.
Sunnudagin klokkan 13 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Charlottenlund.











