Tað var á býráðsfundi í Havn hósdagin, at tað gjørdist eitt sindur rokaligt av einum málið um at útvega grundøki til lestraríbúðir í Havn. Sambært Tróndi Sigurðsson kom málið ov seint á skránna og átti tí ikki at verið viðgjørt á fundinum. Hann sigur, at teir á Kommunulistanum ikki fingu mál á skrá, tí teir vóru ov seinir. Teir komu við málinum sjey dagar fyri fundin, og orsøkin til, at teir ikki fingu málið á skrá var, at tað skuldi vera inni átta dagar fyri fundin.
– Allir býráðslimir mugu viðgerast eins, sigur Tróndur Sigurðsson.
Lesið eisini: Býráðslimir í Havn kæra borgarstjóran til Kommunala Eftirlitið
– Tí mótmælti eg á fundinum. Eg havi sitið í býráðnum 14 ára og havi ongantíð upplivað, at býráðsarbeiðið soleiðis verður brúkt í einum løgtingsvalstríði, sigur Tróndur Sigurðsson.
Men kæran hjá teimum snýr seg um, at allir býráðslimir ikki verða viðfarnir líka. Tað góðtaka teir ikki.
Lesið eisini: 250 lestraríbúðir við HeygsveginÁðrenn málið kom til viðgerðar á býráðsfundinum hósdagin, sendi Tjóðveldi út tíðindaskriv um málið við mynd av borgarstjóranum saman við forkvinnuni í Tjóðveldi – avmyndaðar á økinum við Heygsvegin, har býráðið heldur, at íbúðirnar skulu byggjast.
Lesið eisini: Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð - 250 lestraríbúðir afturat
Tað hevur ført til innanhýsisstríð í býráðssamgonguni í Havn, tí eftir býráðsfundin hevur Javnaðarflokkurin sent út tíðindaskriv, har tey vísa á, at málið um lestraríbúðir var eitt vallyfti hjá Javnaðarflokkinum til síðsta býráðsval.
– Nú er Tjóðveldi í miðlunum fyri at kanna sær bitan og allan heiðurin, við forkvinnuni og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu á odda. Hetta er ein ódámlig framferð, tí eingin flokkur kemur nakran veg uttan samstarv við aðrar flokkar, skrivar Javnaðarflokkurin millum annað í tíðindaskrivinum.












