Pauli Jacobsen var "Man of the Match" hjá HØJ

HØJ vann seinnapartin áttanda sigurin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ spældu í dag dyst á útivølli móti Faaborg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Faaborg sum liggur aftast í deildini beit væl frá sær í dag, og tað kravdi eitt gott avrik hjá Paula, ið sambært Facebook-síðuni hjá HØJ var: "Man of the Match". 

 

Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 29-24. Í steðginum var HØJ á odda 14-11. 

 

HØJ hevur enn fullan pott. Teir hava 16 stig fyri átta dystir og eru fremst í deildini.

 

Í morgin klokkan 14 tekur liðið hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne móti liðnum hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn. Somu klokkutíð spælir FIF við fýra føroyskum leikarum dyst á útivølli móti Tønder. Klokkan 16 taka Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus móti Odder á heimavølli.

 

Støðan: 

 

Nr.LiðDystirStig
1HØJ   816
2Skive 814
3Aarhus HC  710
4Lemvig-Thyborøn   79
5HC Odense 88
6Sydhavsøerne78
7Tønder77
8HC Midtjylland86
9Rækker Mølle  86
10FIF76
11Norddjurs86
12Odder   76
13Roskilde 82
14Faaborg  82