Pauli T. Petersen á tjóðveldislistan

- Enn er listin ikki gjørdur. Men fái eg eina áheitan, so taki eg av, sigur borgarstjórin í Vestmanna

Pauli T. Petersen, sum er borgarstjóri í Vestmanna, var á listanum hjá Fólkaflokkinum til seinasta løgtingsval. Men tá samgonga varð skipað eftir seinasta løgtingsval, gjørdi hann vart við sína ónøgd um politikkin, sum skuldi førast.

 

- Tað vóru fleiri viðurskifti, sum gjørdu, at eg ikki longur kundi taka undir við tí, sum flokkurin stóð fyri. Ikki minst kundi eg als ikki góðtaka, at flokkurin tók undir við ætlanini hjá Sambandsflokkinum um at fara til Danmarkar at samráðast um hægri blokk, sigur Pauli T. Petersen.

 

Hann er tó skjótur at leggja afturat, at tað eisini eru fleiri onnur viðurskifti, har hann als ikki er samdur við førda politikkinum hetta valskeiðið.

 

- Vinnupolitiskt haldi eg, at vit kunnu ikki hava eina skipan, har veiðiloyvi verða seld millum ymsu reiðaríini. Hevur tú eitt loyvi, sum ikki verður brúkt, so eigur hetta at fella til landið, sum so kann selja tað. Og tað sama skal sjálvandi vera galdandi fyri aliloyvini. Hartil haldi eg, at vit mugu skipa soleiðis fyri, at útlendskur eigaraskapur ikki er í føroysku tilfeingisvinnuni.

 

- Hartil síggja vit framvegis eingi tekin um nakra roynd at fjøltátta vinnulívið. Fiski- og alivinnan eru sjálvandi góð bein at standa á, og Føroyar koma í nógv ár frameftir at hava fiskin og havið sum høvuðsvinnur. Men vit mugu eisini fáa onnur bein at standa á, og vit mugu skipa okkara útbúgvingar í samsvari við hetta. Havi er og verður høvuðstilfeingið hjá okkum, og tí er tað sjálvsagt, at vit skulu hava sterkar maritimar útbúgvingar og granskingarmøguleikar. Tað er sjálvandi gott, at nógvir føroyingar í dag útbúgva seg, men við allari virðing, so ber tað ikki til, um vit øll eru juristar og búskaparfrøðingar, sigur Pauli.

 

- Skattapolitiskt var skattalættin skeivt skrúvaður saman. Sjálvandi skuldi ein skattalætti fremjast, men hesin er í alt ov lítlan mun komin teimum lág- og meðalløntu tilgóðar. Samstundis hevur tú í forskattingini av pensiónum hækkað pensiónsskattin. Tað minkar um hugin at spara upp, og tað kann aldrin vera serliga sunt, sigur Pauli T. Petersen.

 

Hann sigur, at samanlagt hevur hetta viðført eina støðu, har hann ikki longur kundi sameina seg við politikkin hjá Fólkaflokkinum, og so var talan bert um tað eina møguliga alternativið, sigur hann.

 

- Eg eri loysingarmaður um ein háls, og flokkurin hevur eisini fingið mína atkvøðu fleiri ferðir. So Tjóðveldi er einasta alternativið hjá mær. Hvussu ein møguligur listi til løgtingsvalið sær út, veit eg sjálvandi ikki enn, men eg havi í øllum førum gjørt av, at fái eg eina áheitan frá flokkinum, so taki eg av.

 

- Umframt tjóðskaparliga partin, so hevur hetta fleiri orsøkir. Flokkurin er ógvuliga rúmligur, og tí kann eg væl hava liberal sjónarmið á fleiri økjum, og samstundis kenna meg heima í flokkinum. Hartil eri eg sannførdur um, at flokkurin kann vera við til at føra tann búskaparpolitikkin, sum er neyðugur, um vit skulu fáa búskapin á rættkjøl. Og tað skal hann, um vit skulu gera okkum nakrar tankar um at verða ein sjalvstøðug tjóð.

 

- Vanligi føroyingurin hevur tað í mangar mátar gott í dag. Stórur partur av vinnulívinum hevur metúrslit, og hjá kommununum stendur væl til. Samstundis hevur Landskassin stór hall, og tá sigur tað seg sjálvt, at førdi politikkurin ikki er tann rætti, sigur Pauli T. Petersen, sum altso væl hugsandi verður høvuðstrumfurin hjá Tjóðveldi í Norðstreymoy til komandi løgtingsvalið.