Hondbóltur
Hóast tvey greið tap móti Luksemburg, so vóru føroysku landsliðsvenjaranrir ikki so heilt ónøgdir um ferðina hjá manslandsliðnum til Luksemburg.
Birgir Hansen, sum saman við Kára Nielsen venur liðið, helt í øllum førum, at teir høvdu fingið rímiliga nógv burtur úr teimum báðum dystunum.
Verða trýstir
Stóri munurin millum liðini var sambært Birgir, at spælararnir hjá Luksemburg megnaðu at halda høvdið kalt allan dystin at kalla.
- Vit møta einum liði, sum hóskar væl til okkum. Eg vil ikki siga, at okkara eru so nógv verri, sum úrslitið bendir á, men fyrst og fremst, so megna teir at trýsta okkum í samfullar 60 minuttir, og tað eru okkara ikki vanir við, sigur Birgir.
- í báðum dystunum hanga vit sera væl í teimum. Fyrra dystin skrædnar tó seinastu 10 minuttirnar, tá støðan broytist frá 18-17 til 29-20, og sum so er søgan ikki heilt ólík í seinna dystinum. Tá spæla vit ein fínan fyrra hálvleik, men tá vit so byrja seinna hálvleik við at fáa tríggjar útvísingar, sleppa teir veruliga avstað.
Men er tað ikki tekin um, at fysiski parturin hjá føroyska liðnum ikki er nóg sterkur?
- Tað haldi eg ikki. Tá tað ræður um at renna, fylgja vit væl við, men vit megna bara ikki at halda høvdinum kalt alla tíðina. Og so eru eisini nakrir lutir, sum vit enn mangla í okkara spæli. Eitt nú skulu menn verða munandi betri í ein móti einum støðum.
Hava 14 mánaðir eftir
Dystirnir móti Luksemburg vóru bara fyrsta stigið á leiðini, nú føroyska liðið fyrireikar seg til HM-undankappingina í januar 2008.
Og Birgir leggur eisini dent á, at teir nú skulu arbeiða miðvíst fram móti stóra málinum.
- Enn er ikki heilt greitt, hvørjir dystir liggja fyri framman. Ísland hevur tó játtað at koma hendan vegin við einum liga-landsliði ella U-21 landsliði, og teir dystirnir verða væntandi um mánaðarskifti, mars-apríl. Hartil vóna vit at vera partur av eini fýralanda-kapping um eitt ár ella so.
- Men hjá okkum er fyrst og fremst at leggja eina miðvísa ætlan, hvussu vit best fáa ment einstøku spælararnar. Ein partur av hesum verður at tosa við ymsu venjararnar kring landið, soleiðis at hesir eisini aktivt kunnu vera við til at menna landsliðið. Har eru sjálvandi fleiri lutir, sum eiga at betrast, men nógvir av teimum vit røkka, um bara arbeiðið við hesum er nóg miðvíst. Og tað verður hetta, sum vit fyrst og fremst fara at leggja okkum eftir, sigur Birgir.