Pearl Jam og Coldplay í Keypmannahavn

Næsta ár eru í øllum førum tvær stórar konsertir á skránni í Keypmannahavn. Vælumtóktu bólkarnir Pearl Jam og Coldplay vitja í Forum og í Parken.

 

Við fimtu studiofløguni hjá Coldplay, Mylo Xyloto, við í kuffertinum, fer tann bretski bólkurin í summar á rundferð, sum millum annar leiðir teir til Parkina í Keypmannahavn.

 

Coldplay vitjaðu seinast í Danmark, tá ið teir spældu í Herning í august 2009.

 

Coldplay spæla í Parkini týsdagin 28. August 2012.

 

Pearl Jam skriva á heimasíðuni, at teir fara at spæla í Keypmannahavn týsdagin 10. Juli.

 

Rokkbólkurin frá Seattle enda teirra evroparundferð í Forum, har bólkurin eisini spældi síðst teir vitjaðu í Danmark, sum var í 2007.

 

Tann konsertin, sum var í 2007, var tann fyrsta í Danmark, eftir at stóri sorgarleikurin var á Roskilde Festivalinum í ár 2000, tá ið fleiri áskoðarar lótu lív til eina Pearl Jam konsert.