Pedagogar í forskúlum fara í verkfall

Pedagogarnir taka ikki arbeiðið upp aftur eftir summarfrítíðina


Orsøkin er, at samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan lønarsáttmála fyri námsfrøðingarnar á forskúlunum, eru endaðar úrslitaleysar.

 

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sigur, at eftir forskúlakunngerðini, skal arbeiðið hjá námsfrøðingum í forskúlunum, javntsetast við lærarar.  

Og hon vónar, at KAF fer at taka avgerð um hetta, áðrenn summarfrítíðn er av, so arbeiðssteðgurin kann avlýsast.

 

- Sum fakfelag kunnu vit ikki góðtaka at fara inn í eitt nýtt skúlaár, har ongin lønaravtala er fyri okkara limir í forskúlunum, sigur Maud Wang Hansen,

Hon leggur afturat, at sum støðan er nú, fáa teir verri løn enn hini starvsfólkini. Maud Vang Hansen vísir á, at stríðið við KAF er ein lønartræta ímillum fakfelag og arbeiðsgevara burturav, og hevur als einki við fakligu atfinningarnar at gera, sum Føroya Pedagofelag hevur ført fram í sambandi við forskúlarnar.

 

- Í øllum fyrireikingunum til forskúlarnar, hevur Mentamálaráðið ferð eftir ferð staðfest, at námsfrøðingar og lærarar í felag, og á jøvnum føti, standa fyri virkseminum har. Tað er eisini hetta, sum stendur í sjálvari kunngerðini og tí má lønin eisini vera hin sama hjá øllum, sigur Maud Wang Hansen.

 

Hon sigur, at kravið um at pedagogar skulu hava somu løn sum lærarar í forskúlunum er eitt óreingiligt krav, og hon ivast ikki í, at lærararnir eisini taka undir við tí.