Pedda við Stein: Maðurin aftan fyri gøtunavnið

Pedda við Steinsgøta er eitt kent gøtunavn í Havn. Men hvør var Pedda við Stein? Hetta skal verða lýst í hesi grein

Óli Jacobsen

Peter Christian Fredrik Jacobsen, kallaður Pedda við Stein, var føddur 18. juni 1852.
Foreldrini vóru:
Jacob Hansen, ættaður av Kák, ( 24. desember 1815- 3. juni 1853) og Karen Sybille Danielsdatter, f. 17. mars 1816.
Pedda varð 24. oktober 1875 giftur við Onnu Rasmusdatter Jo­hannesen, fødd 7. juli 1855.
Foreldur hennara vóru Rasmus Johannesen, jekari, (f. 11. juni 1820 í Kirkjubø, deyður 22. oktober 1867) og Anna Maria Rasmusdatter (f. 13. September 1814 á Kirkju) .
Tey búðu uppi á Reyni, og tá ið børnini skuldu doypast vildi Anna hava at “Reyn” varð skoytt upp í Jacobsen. Tað bleiv so til, at børnini vórðu doypt Jacobsen Rein.
Anna og Pedda búðu fyrst í Knúts­stovu, men bygdu so hús úti í Bø, mill­um Bøgøtu og Tróndargøtu, har tey eisini høvdu handil í eina tíð.
Pedda við Stein var arbeiðs­mað­ur, traðarmaður og útróðrarmaður, soleiðis sum havnarmenn breyð­føddu seg tá í tíðini. Hann var eisini handilsmaður í nøkur ár. Hann legði inn stóra trøð millum Varðagøtu og Dalavegin, og tey seinastu árini búðu tey upp á trøðni. Trøðin varð í fimmtiárunum stykkjað út til byggigrundir, og vegurin á trøðni fekk navnið Pedda við Steinsgøta.
Pedda arbeiddi nógv sum grót­­­høggari saman við argja­monn­­un­­um. Hann var við, tá ið Amt­mans­húsini vórðu bygd. Smiðurin á Argjum, Niels L. Arge, stóð fyri grótarbeiðinum. Pedda arbeiddi eisini saman við soni smiðin, Jákup Andrias Arge (Jampan). Hann var millum annað við at laða gróthúsini í Rættará, sum Jampan bygdi sær til sethús.
Konan Anna hevði saman við mammu síni stóran áhuga fyri sosialum og samfelagsligum viður­skift­um. Hon vav og undirvísti í veving. Eisini hevði hon handil í Tróndargøtu, og saman við tveim­um synum rak hon sluppirnar Research og Harmoni. Hetta sigur einsa­malt, at hon var ein megnar kvinna. Kanska kann hon kallast Føroya fyrsti kvinnuligu reiðari.
Søgan aftanfyri hetta virksemi er, at sonurin Marius tók skipara­prógv hjá Jens í Dali í 1901. Á heysti 1901 keypir hann sluppina Research úr Lerwich og førir hana, til hann í oktober mánað 1906 selir sluppina til Christian Petersen, Kristian á Steig, skipara, í Sandavági. Research gekk burtur í einum ódnarveðrið undir krígnum millum Ísland og Føroyar.
Tað eina árið, Marius hevði Research, vóru bara ógiftir menn við honum. Um várið, tá ið teir fiskaðu undir Føroyum, komu teir inn á Havnina hvørt leygarkvøld. Tað var skjótt, at sluppin ikki fekk annað navn enn “fríggjaraskipið”.
Marius átti eisini sluppina Harmonie saman við beiggjanum Niels. Harmonie var bygd í Frede­rikshavn og varð seinni seld til Müll­er. Hetta skip var í nógv ár heimahoyrandi í Sørvági, æt Roynd­in og N. Niclassen var eigari.

Bæði virkin fráhaldsfólk
Í 1899 var eitt avhaldskvinnufelag stovnað í Havn. Ein av stovnar­un­um var Anna.
Pedda var ein av teimum mongu megnar havnarmonnum, sum í síni tíð var limur í Avhaldsfelagnum, stovnað 20. oktober 1878. Hann var eisini ein av teimum fyrstu lim­unum og limaði seg inn 1. desember sama ár.
Ein kendur limur var Andrass Samuelsen, og hann skrivaði hesi minningarorð um Pedda, tá ið hann doyði í 1931:
Med Vemod læste jeg i Dimma­lætting, at min gode gamle Ven P.C.F. Jacobsen er afgaaet ved Døden.
P.C.F. Jacobsen lærte jeg at kende for ca. 49 Aar siden i Thors­havns Afholdsforening sammen med Mænd som Djone Isaksen, Ole Mortensen og Chr. J. M. Christ­iansen m.fl.
De nævnte var alle, saa for­skell­ige de var, gode Mænd og gode Afholdsmænd. Thorshavns Afholdsforening og Afholdssagens Venner skylder dem Tak. Alle var de interesserede og frisindede Mænd. P.C.F. Jacobsen staar ikki tilbage for nogen af dem.
De var Venner og Bysbørn, dygt­ige i deres Virksomheder på hver sit Felt, og meget interesserede for alle gavnlige Opgaver.
P.C.F Jacobsen var ikke den mindst intereserede. Han var en hel­støbt Personlighed, trofast og retlinet. Han havde sine meninger, og han forsvarede dem bravt, og han kunde sige sin Mening rent ud. Han stak intet under Stolen. Saaledes kendte jeg ham, og saaledes satte jeg Pris paa ham. Naar jeg i de senere Aar efter at være flyttet fra Thorshavn lejlighedsvis traf P.C.F. Jacob­sen fik vi en hyggelig samtale sammen, ikke alene om “gamle Dage”, men ogsaa om Dagens bræn­d­­ende Spørgsmaal. Og jeg følte mig altid glad efter en saadan Sam­tale. Nu er ogsaa han borte. Han har imidlertid trods de sener Aars Sygelighed ført en virksom Tilværelse. Han var Trømand og forstod at passe sin Trø, saa den var som den skulde være. Hans Billede hænger med Ære i Thorshavn Afholds­forenings Lokale sammen med andre gode Mænds, og hans øvrige Virk­somhed er ikke gaaet sporløst hen. Hans Minde vil ogsaa blive bevaret af mange Venner, og jeg glæder mig over, at kunne sætte mig selv iblandt disse.

Børnini
Anna og Pedda áttu átta børn. Tvey tey yngstu verða umrødd í hesum parti­num.

Emil, f. 20.05.1893
Hann var útbúgvin fjarritari og arbeiddi alt sítt lív á Telegrafstøðini í Havn, sum Store Nordiske Tele­graf­­selskab rak. Kona hansara Lina f. Mortensen var av Tvøroyri. Tey búðu í Varðagøtu á trøðni hjá Pedda. Tey fingu trý børn, Arni, Thorvald og Kirstin, sum øll bú­settist í Danmark. Tá ið Mil gavst á tele­grafstøðini fluttu Lina og hann til Danmarkar at búgva. Mil var á sínum ungu árum dúgligur fimleikari í Havnar Fimleikarfelag, og hann spældi eisini fótbólt.

Marie, f. 04.05.1896
Mia var yngst av børnunum. Sum ung arbeiddi hon á Tjaldurs Apotek í Nólsoyarstovu í Gongini. Hon giftist við dananum Laurits Hansen, sum var postkontrolørur á posthúsinum í Havn. Tey búði í húsinum hjá postverkinum í Skansabrekku. Eftir kríggið fluttu tey til Padborg, har Laurits varð til­nevndur postmeistari. Tey seinastu árini búði Mia í Kolding. Mia og Laurits fingu tríggjar døtur. Anne Elisa, Jonna og Kirsten . Anne Elisa fekk sær eins og pápin útbúgving innan postverkið. Hon arbeiddi í nógv ár í Odense og flutti síðani til Kolding. Jonna giftist við skotanum James Scott, sum hevði verið hermaður í Føroyum undir øllum heimsbardaganum. Hon býr í Stirling í Skotlandi. Kirsten er gift í Danmark og býr í Sønderborg.
Keldur: Marius Rein, Kári Petersen
--------


Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá hinum børnunum hjá Onnu og Pedda