Politiið hevur ovmikið av málum og tilfari at arbeiđa viđ, men straffiramman fyri at fanga ein pedofil er ræđandi lág.
Fyri at eiga td 200.000 barnapornografiskt tilfar (myndir/filmsbrot) gevur bert fáar mđr. dóm og fyri 1mio. í mesta lagi 1 ár. At eggja øđrum, at gera seg inn á børn, gevur ikki meiri enn ca. 1 ár.
Narkopolitikkurin burdi fylgt null-hugsjónini, sum í øđrum Norðanlondum, og ein serlig lóg má innførast fyri narkotiskt bandavirksemi.
Avleiđingin av hesum báđum handlingum kunnu verđa óbótaligar fyri familjuna.
Dømdir pedofilar skulu altíđ krevjast í viđgerđ og peningalig upphæddin til offrini skal hækkast munandi.
Sum heild skulu hesi bæđi sløg av dómum fleirfaldast, so tađ verđuliga merkist.
Voluman á dómunum skal avspegla signalvirđiđ hjá landinum, um at slík lógarbrot góðtaka vit als ikki.
Hetta fari eg at arbeiđa fyri.
VEL JANNIE, VEL FÓLKAFLOKKIN












