Hondbóltur: Menninir hjá Neistanum, sum leygardagin hava møguleikan at vinna steypakappingina fjórða árið á rað, eru í sigurskreppu við einum sigri seinastu sjey dystirnar. Nú kann gongdin vendast við einum liði úr næstbestu deildini á mótstøðuhálvuni, men lætt verður tað neyvan, tí næstbesta liðið hjá H71 stendur einki aftanfyri tað besta og megnaðu teir óvæntað at senda suverena oddaliðið í AA-kappingini út í hálvfinaluni
Neistin hevur verið at kalla einaráðandi og myndað manshondbólt seinastu árini, har teir serliga í steypakappingini hava vunnið alt, ið fyri teimum hevur staðið. Soleiðis hevur eisini verið higartil í ár, og umvegis ein heldur tepran samanlagdan sigur á 48-45 á H71, eru teir nú í steypafinaluni fjórða árið á rað. Í finaluni renna teir seg aftur inn í H71- hesaferð næstbesta lið teirra, og hóast heitið hjá hoyvíksliðnum, er lítið at ivast í, at teir eru væl uppibornir finalistar og kunnu geva Neistanum skarpan gang.
Turkur í Neistanum
Við leikaratilfeingi er Neistin helst tað felagið í landinum, sum er best fyri. Teir eiga nógvar landsliðsleikarar - alt frá skjúttum, vongspælarum og málmanni. Tað, ið sermerkir teir, er tó, at teir eru sterkir einstaklingar, og hetta hevur sett síni merki á gongdina seinastu tíðina, har leikararnir hava koyrt í sjálvdrátti og riggað illa sum eitt lið. Í landskappingini hava teir ikki vunnið ein einasta dyst síðani ársskiftið, og í seinasta dystinum í fjør vunnu teir eiheldur. Hetta merkir, at teir ikki hava vunnið í seinastu fimm landskappingardystunum, og telja vit steypakappingina við eisini, hava teir bara vunnið ein út av seinastu sjey dystunum.
Eingin kann lúgva sær undan, at tað er kreppa í Neistanum hvat sigrum viðvíkur, og er hetta ikki besta heitið at fara inn til eina finalu við, men hinvegin er hetta eisini eitt gylt høvi hjá teimum at vaska alt burtur, um teir nú megna at króna seg sjálvar steypavinnarar fjórða árið á rað.
H71 er flúgvandi
Ein vánalig byrjan upp á kappingarárið hjá H71 í Atlantic Airways-kappingini brast í grundini dreymin um eitt gott kappingarár, og líktist tað alt meiri enn einum ári til ungu leikararnar at menna seg í. Men so kom óvæntað hjálp frá næstbesta liði felagsins, sum púra óvæntað spældi seg í steypafinaluna eftir at hava sent suverena oddaliðið í landskappingini, KÍF, út í kuldan. Hetta kveikti spæligleðina á besta liðnum eisini, og vinnur besta liðið teir báðir dystirnar, teir mangla í mun til kappingarneytarnar, liggja teir brádliga einsamallir á øðrum plássi, sum gevur atgongd til FM-finaluna.
Næstbesta liðið, sum nú er í finaluni, stendur lítið aftanfyri besta liðið. Fyrrverandi profilar og landsliðsleikarar sum Halgir Dahl-Olesen, Janus Sørensen og Esbern Patursson, sum annars í løtuni hava hondbóltin í aðru røð, hava trinið fram við avrikum, ið minna um tey frá FM-árinum fyri trimum árum síðani.
Í mun til Neistan, har formurin hevur peikað beint niðureftir seinastu tíðina, peikar hesin pílurin hjá H71 beint upp í loft, og er tað við til at skapa stóran spenning í hvør stendur seg sterkari leygardagin og kann króna seg steypavinnara 2012.