Eldrarøkt
Síðsta fríggjadag var fundur á Sandi um eldraøkið.
Tað var landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, sum hevði kallað kommunufeløgini, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, til fundar.
Hetta er fyrsti fundurin millum land og kommunu í hesum umfari um eldraøkið, sum semja er um skal leggjast út til kommunurnar at umsita og gjalda.
Hetta er eitt stórt øki, og helst verða fleiri fundir um, hvussu økið skal skipast ? nær og hvussu nógv skal leggjast út í senn.
Kommunurnar fara sjálvsagt ikki bara at taka sær av økinum, men peningurin, sum tað almenna í dag rindar til økið, má á ein ella annan hátt fylgja við.
Um hetta í fyrstu syfti verður ein blokkur ? ella ein regulering yvir skattin, er ikki greitt enn. Málið er tó, at skatturin hjá borgarunum ikki verður øktur ? ikki uttan so, at tær kommunur, sum vilja veita eina betri tænastu á økinum, vilja gjalda meira fyri hesa tænastu.
Tað er nú einaferðsoleiðis, at har tænastan í eini kommunu er góð, kostar hon meira pening enn í eini kommunu, har tænastan er verri.
Og soleiðis vil tað nú einaferð vera.
Landsstýrismaðurin ynskir tó, at økini í nýggju skipanini verða nøkulunda eins fyri.
Eingin skrá
Jógvan Krosslág, sum er formaður í KFS, Kommunusamskipan Føroya og formaðurin í Føroya Kommunufelag, Jákup Vestergaard, vóru báðir við á fundinum saman við sínum fólki.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Jákupi, men Jógvan hittu vit í telefonini í gjáramorgunin.
Hann sigur, at hetta var ein kunnandi fundur, sum landsstýrismaðurin kallaði saman til. Eingin beinleiðis skrá var løgd fyri fundin, men tosað varð aftur og fram um hetta stóra økið, sum eldraøkið er í samfelagnum.
- Málið við fundinum var at fáa nøkur sjónarmið fram um økið, bæði frá kommununum og landsstýrismanninum.
Jógvan heldur tó ikki, at nakað serligt kom burtur úr hesum fyrsta fundinum ? ikki nakað ítøkiligt sum so. Men hetta var kortini ein góð byrjan.
- Semja er um, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar at umsita og gjalda,
men enn er langur vegur á mál, áðrenn øll viðurskifti eru komin uppá pláss.
Hann sigur, at ein av teimum stóru spurningunum verður, hvussu býtið millum land
og kommunur skal vera, og hvussu hetta skal skipast ? ikki minst í byrjanini, tá ið partar av økinum verða lagdir út til kommunurnar.
- Í dag er skipanin við eldrasambýlum hon, at landið rindar 50.000 kr. fyri hvørji 10 búpláss til byggingina, tó ongantíð meira enn hálva miljón. Tað merkir, at er talan um 12 búpláss, rindar landið 50.000 kr. fyri tey fyrstu 10. Hin partin bera kommunurnar sjálvar. Síðan rindar landið arbeiðslønirnar, undantikið løn til náttarvaktirnar, sum kommunurnar taka sær av.
Jógvan sigur, at við bygging av ellis-og røktarheimum er býtið nú helvt um helvt.
Alt ella partvís
- Landsstýrismaðurin segði á fundinum á Sandi, at ætlanin er at leggja økið út til 1. juli komandi ár, men enn er ikki greitt, í hvussu stóran mun hetta kann gerast til ta tíð. Hetta er eisini ein spurningur, ið greiða má fáast á. Verður talan um alt økið í einum, sum ikki er serliga hugsandi, nú komið er so stutt ávegis - ella verður talan um tann lættara partin í fyrsta umfari, sigur Jógvan Krosslág.
Sum skilst, er eingin ósemja um, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar, men spurningurin er á hvønn hátt, hetta skal gerast.
- Hetta er eitt ynski, bæði frá kommununalari síðu og landsins síðu. Málið er at hava ein greiðari skilnað millum land og kommunu, og semja er um, at hetta er rætta loysnin.
Jógvan vísir á, at tá ið kommunurnar tóku sær av barnaøkinum, sum hann tekur til, gjørdist tænastan betur ? og eisini dýrari, sum náttúrligt er, tá ið nógv meira verður gjørt á økinum.
- Við at leggja hesi økir út til kommunurnar at umsita og gjalda, kemur tú nærri
borgarunum og kann tískil veita eina betri tænastu. Samstundis er vandin fyri, at alt endar í miðstaðarøkinum, minni. Úrslitið verður, at fólk framvegis verða búgvandi um landið. Úti í kommununum "umsitir" tú teg sjálvan, og tað má vera tað besta. At ríva pelarnar undan fólki, er eingin loysn, tá ið tey kunnu verða verandi í sínum egna umhvørvi.
Jógvan vísir á, at fólk náttúrliga vilja búgva í nærumhvørvinum ? eisini, tá ið tey
gerast gomul og veik, tí har hava tey sína familju, vinir og kenningar.
Byggjast upp
Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya sigur, at neyðugt verður at byggja eldraøkið upp úti í kommununum so við og við.
- Við sama støði sum higartil, verður kostnaðurin hin sami. Tað er bara ein spurningur um býtið av skattakrónunum millum land og kommunu. Hetta er ein partur av tí, sum land og kommunur noyðast at samráða seg fram til, sigur Jógvan Krosslág at enda.