Í sambandi við nógva og áhaldandi kjakið í fjølmiðlunum um stóra tørvin á stovnsplássum til børn runt alt landið, gjørdi Lene Rauff Nielsen, sosialráðgevi í Havn, av sínum eintingum eina kanning av, hvussu nógv fólk fáa útgoldið pening frá Almannastovuni vegna vantandi barnaansing. Hesin peningurin verður útgoldin sambært grein 9.1 í forsorgarlógini. Í oktober í fjør fingu 66 fólk í Føroyum, 3 í Suðuroynni, 10 í Eysturoynni, 6 í bygdum nær við Havnina og 47 í Havn peningaveiting, tí tey einki stovnspláss ella annað lógligt ansingartilboð hava til síni børn.
Tey 47 í Havn fingu henda eina mánaðin á heysti í fjør 252.383 krónur, ella í miðal 5370 krónur hvør. Rokna vit hesa upphæddina um til eitt heilt ár, er talan um góðar tríggjar milliónir krónur.
Um vit siga, at sjálvur trupulleikin, einki stovnspláss at hava í boði til barnið, er einasti trupulleikin 35 av hesum 47 hava, merkir tað, at hesi 35 beinanvegin kunnu fara á arbeiðsmarknaðin aftur og harvið vera við at fáa skattainntøkur til landið, um tey fáa eitt stovnspláss. Meta vit skattainntøkurnar hesa forvinna, til í miðal 5000 krónur um mánaðin, merkir tað 2,1 mill. krónur. Í alt tosa vit um 5.128.596 krónur, tvs. tær tríggjar milliónirnar, tað kostar at veita fólkum, ið vegna vantandi ansing mugu vera heima, umframt tær 2,1 milliónirnar hesi kundu vunnu landinum inn í skatti.
Í kanningini vísir Lene Rauff Nielsen á, at nýggi stovnurin Inni á Gøtu kostar í rentum, avdrøgum, viðlíkahaldi, rakstri og lønum 3 milliónir krónur um árið. Við øðrum orðum kunnu pengarnir, sum verða veittir havnafólki, ið vegna vantandi barnaansing fáa almannaveiting, brúkast til at byggja ein nýggjan stovn og væl meiri enn tað.
- Hetta er tøl, sum tala heilt greitt, og løgtingið eigur at gera nakað við hetta. Pengarnir eiga at verða brúktir og gagnnýttir skilabetri. Tað einasta, ið krevst er, at myndugleikarnir eru meiri kreativir í royndini at loysa trupulleikar. Vit eiga í øllum førum at tosa um hesi viðurskifti. Eru fólk heima, tí tey ikki fáa børnini ansað, er tað sjálvandi nógv betri, at tey sleppa til arbeiðis. Hesi fólkini hava jú arbeiði, tað er ein treyt fyri at fáa hesa pengarnar, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd.
Lógarbundnir pengar
Kanningin var send Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, og Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn, 27. november í fjør. Kortini hevur landsstýriskvinnan ikki sæð kanningina fyrr enn nú.
- Tað er nógv paradoksalt í forsorgarlógini. Hetta eru pengar, vit ikki sleppa eftir, tí teir eru lógarbundnir. Fólk hava rætt til hesa veitingina, um tey kunnu prógva trupulleikan, sigur Helena Dam á Neystabø.
Forsorgarlógin verður endurskoðað í løtuni, harvið allar veitingarskipanirnar, og arbeiðið skal verða liðugt í hesum árinum.
- Koma vit til ta niðurstøðu, at vit kunnu skipa hesi viðurskifti betur og øðrvísi, gera vit sjálvandi tað, og finna vit út av, at lógarbundnar útreiðslur kunnu umleggjast til rakstur, verður tað gjørt. Hinvegin hvørvur tørvurin á hesi veiting ikki so leingi, tørvurin á stovnsplássum er so stórur.
Er tað ikki upplagt, at hesir pengar, ið verða veittir vegna vantandi barnaansins, kunnu brúkast betur?
- Tað vil eg ikki svara uppá ítøkiliga her og nú. Var tørvurin á stovnsplássum ikki so stórur, vórðu ikki so nógvir pengar veittir til fólk vegna vantandi barnaansing.