Ein vinkona sum skuldi skiljast segði ein dagin: Bara eg fái børnini, so kann hann fáa rest. Hetta vakti mín áhuga. Tí hvat skal hon gera við børnini, um hon brádliga verður heimleys við ongum pengum?
Ofta verður sagt, at hjúnalagið er heilagt. Men harvið ikki sagt, at hjúnaskilnaður nýtist at vera ein heilag kúgv. Sum við øllum øðrum, er neyðugt at tosa um tingini, áðrenn tey gerast ræðandi trøll.
– Tí hjúnaskilnaður kann gerast ein dýr søga, um tú ikki vísir áhuga fyri ognarviðurskiftunum, meðan tit enn eru góð. Hetta sigur Gunn Ellefsen, sum er advokatur hjá Advokatfelagnum við Strond 4 í Havn, har tey eisini bjóða eitt, sum tey rópa famijueftirlit, har til ber at fáa ráðgeving um, hvussu fólk kunnu tryggja seg sum best. Her verða øll viðurskifti gjøgnumgingin, so sum pensiónsuppsparingar, lán, børn í og uttan fyri hjúnalag, hvat hendir um annar fellir frá ella fólk fara frá hvørjum øðrum.
Men í dag hevur Gunn Ellefsen lovað at greiða okkum frá, hvussu ein kann royna at tryggja seg móti fullkomnum kaosi í sambandi við hjúnaskilnað. Tí, sum hon sigur:
– Øll vóna, at tey ongantíð fara hvør til sítt. Men kanska makin hjá tær knappliga fær nokk – ella viðkomandi brádliga doyr. Tá er alneyðugt, at tú hevur fyrireikað teg peningaliga til eitt lív við ongum hjúnafelaga, sigur Gunn Ellefsen, og leggur afturat, at tað er ongin loyna, at hetta kanska serliga vísir seg at verða relevant fyri nógv konufólk.
– Tær eru ofta sløvari enn maðurin at tryggja síni fíggjarligu viðurskifti, sigur hon. Og vit hugleiða eitt sindur um okkum konufólk, sum ganga so høgt upp í barnagarðin hjá børn-un-um, um bummullin er økologisk ella skógvarnir fótformaðir.
– Men tær hava ofta ongan áhuga í, hvussu tær verða fyri fíggjarliga, um so er, at maðurin knappliga rímir ella kanska doyr, sigur Gunn Ellefsen, sum sera ofta fær áheitanir frá fólki, sum ikki vita, hvussu tey koma at vera fyri fíggjarliga, um tey verða skild. Her kann tað verða nóg mikið við einum óformellum telefonprátið í fyrsta umfari.
So vit taka tað úr einum enda, og vóna at gerast eitt sindur klókari, tá samrøðan er av og greinin skrivað.
Fyrst seperatión
Advokaturin greiðir frá, at fyrsta stigið móti hjúnaskilnaði fer fram hjá Ríkisumboðnum, har seperatiónin sum útgangsstøði verður avgreidd. Her skal semja tó verða millum partarnar um foreldramyndugleika og hvørt nakar av pørtunum skal rinda hinum uppihalds-pening. Kunnu part-arnir ikki semjast um hesi viðurskifti, má málið leggjast fyri Føroya Rætt, sum síðani tekur støðu. Seperatiónstíðin gongur frá tí degnum, at seperatións-bevilling-in er dagfest, ella frá tí degi dómur er avsagdur í málinum, og hetta kann í prinsippinum draga nógv út, um partarnir eru ósamdir.
Tvey, sum eru separerað, kunnu ikki búgva saman, men tey nýtast ikki at semjast um, hvør skal eiga hvat, í sambandi við, at tey flyta hvør til sítt.
Men í mun til skiftið, tað vil siga býtið av ognum, tá tað verður aktu-ellt, hevur seperatiónsdagurin týdn-ing. Tí hann er sum útgangsstøði skerings-dagur fyri uppgerð yvir ogn og skuld, og alt sum kemur inn í búgvið aftan á hendan dag skal ikki teljast við í skiftið.
– Fyri summi kann tað hava al-stóran týdning at fáa seperatiónina ígjøgnum sum skjótast. Til dømis um annar hevur ein stóran arv í væntu, sum viðkomandi ikki ynskir at deila við sín fyrrverandi hjúnafelag. Ella hugsa tær, um tú vinnur 7 milliónir í Lotto dagin fyri seperatiónsdagin. Tað eru ikki øll sum halda tað verða so stuttligt at noyðast at deila vinningin við tann, sum tey skulu skiljast frá, sigur Gunn Ellefsen.
Hon greiðir frá, at pør skulu vera sepererað í minst eitt hálvt ár, áðrenn tey kunnu verða skild. Eru bæði tvey tá samd um at blíva skild, kunnu tey blíva tað við at annar søkir um hjúnaskilnað, sum hin so skrivar undir. Fæst ikki semja um hjúnaskilnaðin er sepertatiónstíðin eitt ár. Men tá hevur tann sum ynskir tað rætt til at blíva skildur, óansæð um hin hjúnafelagin setur seg ímóti. Undantøk eru tó fyri tíðar-ásetingunum. Til dømis í sam--bandi við ótrúskap, har tað krevst, at elskarin/elskarinnan váttar ótrúskapin.
Her er vert at minna á, at øll hava rætt til at blíva skild. So ongin kann noyðast til at vera giftur móti sínum vilja.
Dýrt at skiljast
Ofta hoyra vit, at tað er dýrt at fara hvør til sítt, og at alt bara skal býtast í tveir partar. Vit spyrja Gunn Ellef-sen, hvussu er við ognunum, tá vit verða skild.
Hon forklárar, at fólk vita ikki altíð, at tey hava ikki ráð til at gerast tvey húsarhald, og at tey, í sambandi við at búgvið verður gjørt upp, kunnu verða noydd at selja húsini ella aðrar ognir fyri síðani at deila yvirskotið.
– Áðrenn hjúnaskilnað noyðist tú kanska at taka støðu til, um tú ert til reiðar at fara niður í livistøði. Til dømis at fara úr einum stórum set-húsum og yvir í eina lítla íbúð, sigur hon, og vísir til nýggju familj-urnar, sum oftani hava stór lán og dýr hús. Har hevur annar sjáldan ráð at verða sitandi einsamallur í húsinum.
Gunn Ellefsen greiðir frá, at ongin lógarkrøv eru um, nær ognirnar skulu býtast – tað vil siga nær ein semja skal fyriliggja um, hvør skal hava hvat. Tað er sostatt upp til parið sjálvt at avgera.
– Men eru tey ósamd, kunnu tey venda sær til Skiftirættin.
Stríðsmálið kann til dømis snúgva um, hvør skal hava rætt til at verða búgv-andi í húsinum og um hvat virðið húsini hava - hvør skal keypa hvønn út fyri hvussu nógv. Í hesum sambandi kann úttøkudagurin hava týdning, og hann verður ásettur av skiftirættinum, um fólk eru ósamd og seperatiónin dregur út.
– Fólk hava ofta lyndi til at blanda øll tingini saman, tá tey fara hvør til sítt; foreldramyndugleika, rættin til húsini og bilin og so framvegis. Í so máta er tað gott, at tað nú ber til at avtala felags foreldramyndugleika, tá foreldramyndugleikaspurningurin annars ofta gjørdist eitt stríðsmál, sum blokeraði fyri øllum øðrum loysnum. Nú ber til at finna eina semju um húsini, innbúgvið og alt hitt fíggjarliga fyrst. Aftaná ber so til at venda aftur til spurningin um foreldramyndugleikan. Hetta serliga um eitthvørt óvæntað stingur seg upp, til dømis um annar parturin ætlar sær at flyta langt burtur.
Ringar tíðir at skiljast
Sum øllum kunnugt, hava húsaprísirnir verið sera høgir og bankarnir laga-ligir seinastu árini. Tí hava tey fægstu, sum nýliga hava keypt hús, ráð til at verða sitandi einsamøll í nýggjum húsum í sambandi við hjúnaskilnað.
– Taka vit eina unga familju í Havn. Húsini kostaðu kanska 2,8 mió. fyri nøkrum árum síðani, og lánið er upp á 2,2 mió. Sostatt er frívirðið í húsinum 600.000 kr, um húsini framvegis kunnu seljast fyri 2,8 mió. Helvtina av hesum skal tann, sum flytir út hava frá hinum, og so má tann, sum situr eftir, harafturat yvirtaka alt lánið. Fyri tey allarflestu er tað sera trupult at fíggja eina tílíka yvirtøku. Í teimum tíðunum, tá húsini ikki vóru so dýr, lánini ikki so stór, og bankarnir vóru meira lagaligari, kundu fólk møguliga fáa ein avtalu í lag við bankan um bara at rinda rentur í eina tíð. Men í dag kunnu tey verða noydd at selja húsini, sigur Gunn Ellefsen.
Og við verandi laka húsamarknaði, er vandi fyri, at fólk koma út við einum undirskoti, um húsini mugu setast til sølu.
Noyðast at vita
Men eitt er marknaðurin. Eitt annað er, hvat fólk sjálvi kunnu gera, fyri at tryggja seg sum best móti einari fíggjarligu vanlukku, fara tey hvør til sítt?
– Tað er so ómetaliga syrgiligt at sita yvirav fólki, sum ikki hava ánilsi fyri, hvat tey kunnu koma út fyri. Og tað eru also ikki bara menn við hornum í pannuni, sum gera órein ting við konuna. Í flestu førum hevur eingin av pørtunum gjørt sær tankar um, hvørjari støðu tey enda í í sambandi við ein hjúnaskilnað , áðrenn tað er ov seint. Tá avgerðin er tikin um at skiljast, eru tey allarfægstu serliga large, og tað hava tey kanska heldur ikki ráð til, sigur Gunn Ellefsen.
Hon leggur dent á, at fólk skulu hava allan rætt til at skipa seg, sum tey halda verður best, men tey eiga at vera tilvitað um, hvussu tey koma at standa, um illa vil við.
– Eg royni at lata vera við at vera tann sum skapi konfliktirnar millum partarnar. Men leggi eg til merkis, at mín klientur ikki kennir síni rættindi og verður lumpaður, so vil eg tryggja mær, at hann veit, hvat hann ger. Ynskja tey at skeivfordeila, so er tað í fínasta ordan, men eg vil hava, at tey vita, hvat tað er tey gera, sigur Gunn Ellefsen.
Og hon avdúkar tað, sum fleiri brenna seg av, tá tey skiljast: Fólk flest vita, at allar teirra ognir verða býttar millum báðir partar, men tey fægstu vita, at skuld verður sum útgangsstøði ikki býtt millum partarnar. Hana eigur tann sum stendur fyri skuldini, sjálvur!
– Fólk, sum eru gift,halda tað oftani vera óviðkomandi, hvør stendur fyri húsinum. Men, sum oftast standa bæði fyri skuldini í húsinum, tí tað forlangar peningastovnurin. Ráðgevin í peningastovninum átti tí at tryggja sær, at tann, sum ikki stendur fyri húsinum, er greiður yvir, at hann nú heftir fyri einum láni, sum fer til at keypa nakað, sum viðkomandi einki eigur í. Útgangsstøðið burdi verið, at stendur man fyri láninum, skal man eisini standa fyri húsinum.
– Tað er sjálvsagt ruddiligast um báðir hjúnafelagarnir standa sum eigarar av húsinum. Men tað kunnu altíð vera serligar umstøður sum gera, at tað er best, at bert annar stendur sum eigari. Men bæði skulu vera tilvitaði um tað, hví tað er so, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa!
Gunn Ellefsen sigur, at tað, at hjúnafelagar sum útganggstøði hava «felagsogn« ikki er relevant í tí dagliga. Meðan man er giftur og á lívi, eigur hvør partur tingini hjá sær sjálvum. Tað ber sostatt ikki til hjá einum hjúnafelaga at selja tingini ella heva pening á kontuni hjá hinum hjúnafelagnum. Men í somu løtu ein giftur persónur doyr ella tveir hjúnafelagar verða separeraðir, hyggur man eftir ognunum sum nakað felags, sigur hon. Útgangsstøði er tó framvegis tað, at tann sum stendur sum eigari av einum luti ella einari ogn, hevur rætt til at fáa tann lutin ella ognina – men um frívirði er í ognini, so skal hann rinda hin partin út.
Kann missa nógv
Og her kemur ein drúgv, men sera viðkomandi og ikki sørt ræðandi frágreiðing, sum er verd at leggja sær í geyma:
– Eg sigi við kvinnuna, sum kemur at biðja sær ráð: Far heim og ger mær eitt yvirlit yvir kontoir, pensiónir og fastar ognir, sum tit eiga. So kemur hon aftur og fortelur um summarhúsið á Sandi, jørðina í sumba, sethúsini í Klaksvík, bátin og bilin og so framvegis. Men ofta kann tað vísa seg, at maðurin stendur sum eigari av øllum ognum, meðan hon í staðin heftir fyri einari rúgvu av skuld, so sum brúksláni, lestrarskuld, húsaláni og so víðari.
Tá ið felags búgvið skal gerast upp verður hugt eftir ogn og skuld hjá báðum pørtum: Hvussu stóra nettoogn (ogn minus skuld) tey hava hvør í sær. Av tí at kvinnan í hesum førinum hevur ongar ognir, men bara skuld, hevur hon eina negativa nettoogn, til dømis upp á 800 tús. krónur. Samstundis hevur hann eina positiva nettoogn upp á til dømis 2.6 mió. krónur, sum er nettovirði av øllum tí, sum hann stendur fyri. Hann skal so geva henni 1,3 mió., sum er helvtin av virðinum. MEN, av tí at hon hevur bara skuld, skal hon ikki geva honum nakað, tí tað ber ikki til at deila skuld, men bara ogn. So nú kemur hon út við 1,3 mió. kr. MINUS tær 800 tús. krónurnar – hetta gevur eitt avkast upp á 500 tús., meðan hann fer avstað við virðum fyri 1,3 mió. krónum.
Í prinsippinum kundu vit komið út fyri, at ein kona stóð einsamøll fyri húsinum og maðurin einsamallur fyri húsaláninum. Fara vit beint eftir bókini, fær maðurin her helvtina av virðinum í húsinum frá henni, men heftir einsamallur fyri allari skuldini – og tað kann blíva dýrt, um tit hava eitt húsalán upp á 2 mió. kr., sigur Gunn Ellefsen, sum oftari upplivir, at maðurin stendur einsamallur fyri húsinum. Hetta er serliga galdandi millum eldri ættarliðini, meðan tey ungu ofta standa á skeytinum saman.
– Sum tað framgongur av omanfyri standandi dømi, so uppstendur tað órættvísa, tá annar av pørtunum ella báðir partarnir hava negativa nettoogn. Hetta tí tey hefta einasmøll fyri skuldini og sostatt ikki kunnu deila skuldina við hin partin. Tað er oftani ikki illvilji frá nøkrum av pørtunum, sum hevur havt við sær, at tey enda í hesi órættvísu støðu. Heldur er tað teirra skeiva fatan av, at tað ikki hevur nakran týdning, tá man er hjún, hvør stendur fyri ognini og skuldini.
Reyðar perur
Hvat eiga vit?
Hvør stendur skrásettur sum eigari av ognunum?
Hvør stendur skrásettur fyri skuldini?
Hvat slag av pensiónsuppsparingum hava vit?
Hava vit serogn ella felagsogn?
Serogn og felagsogn
Serogn er ogn, sum ikki inngongur í felagsbúgvið, tá búgvið skal gerast upp í sambandi við, at fólk verða skild. Tann, sum er skrásettur eigari av serognini fær hana tí alla sum hon er við sær úr hjúnalagnum. Felagsogn er øll ogn, sum ikki er serogn. Hon inngongur í felagsbúgvið, og verður deild millum partarnar, um tey verða skild. Vert er at nevna, at tað, at tann eini parturin hevur eina stóra serogn, viðførir ikki, at viðkomandi ikki eisini skal hava helvtina av øllum tí sum inngongur í felagsbúgvið.
Serogn kann blíva til við 1. hjúnasáttmála, har hjúnafelagarnir skulu vera samdir, 2. at onkur testamenterar tær eina serogn, 3. við gávubrævi, har gávugevari letur gávuna sum serogn.
---------
Visti tú, at um tit verða skild, heftir ein sum útgangsstøði einsamallur fyri allari skuld, sum man stendur fyri, meðan ein møgulig nettoogn verða uppgjørd og býtt millum báðar partar? Hetta merkir í stuttum, at um annar stendur fyri øllum lánunum og hin stendur fyri ognunum, so kemur tann sum stendur fyri øllum lánunum burtur úr hjúnalagnum við helvtini av ognunum og øllum lánunum! Hin kann so hugna sær við hinari helvtini av ognunum og sleppa undan lánunum.
Tí hevur tað so alstóran týdning í hjúna-lagnum at vita, hvør stendur fyri lánunum og hvør stendur fyri ognunum.
Kunnu missa pensiónina
Í dag rinda fólk ofta ein relativt stóran part av inntøkuni inn í eina pensiónsskipan, meðan fólk fyrr kanska nýttu allan peningin til at rinda húsini niður. Hetta, at pensiónsuppsparingarnar hjá nógvum fólkum hava fingið eitt ógvuliga stórt virði kann koma aftur um brekku, um annar hevur eina pensiónsuppsparing, sum skal deilast í sambandi við hjúnaskilnað, meðan hin hevur eina, sum ikki skal deilast í sambandi við hjúnaskilnað. Til dømis kann nevnast, at teir flestu lærararnir, eins og teir flestu sjúkra-røktar-frøðingarnir hava eina pensión, sum ikki skal deilast. Er tann eini hjúnafelag-in lærari, meðan hin møguliga arbeiðir í tí privata og hevur eina vanliga kapitalpensión, sum skal deilast í samband við hjúnaskilna, fer tann eini hjúnafelagin avstað við 1 ½ pensións-upp-sparing, meðan hin bert fær ½ pensiónsuppsparing.
– Ynskiligt hevði verið, um pensiónsráðgevanir upplýstu hetta, tá fólk tekna eina pensión. Fyrr hevði hetta ikki so stóran týdning, tí fólk høvdu ikki so stórar pensiónir. Men í dag brúka fólk sera nógvar pengar til uppsparing, so tað kann lættliga snúgva seg um fleiri 100 tús. kr. sum annar skal geva hinum, men sum ikki fara hinvegin aftur, sigur Gunn Ellefsen.
Spurningar, tú skalt kenna svarið á:
1. Hvør eigur hvat?
2. Hvør skyldar hvat?
3. Hvør hevur rætt til hvat?