Pengarnir arbeiða ikki í vinnuni

Vestergaard sigur, at pengarnir fyri fiskirættindi skulu bert skifta hendur innan tað privata, tí so arbeiða teir í vinnuni, men tað gera teir ikki, sigur Kári Petersen búskaparfrøðingur

Ein av spurningunum, sum stóð eftir, tá sendingin "Anita" var send, var, hví skal landið skriva út ókeypis fiskirættindi til reiðarar, sum selja tey víðari og koyra pengarnar í lumman - ella í lummarnar hjá útlendskum eigarum?

Grundgevingin hjá fiskimálaráðharranum fyri at lata fiskirættindi ókeypis til nakrar reiðarar, er, at pengarnir skulu arbeiða í vinnuni. Men tað gera teir ikki.

Tað vísti sendingin um Anitu - og dømið við Anitu er ikki nakað eindømi. Tvørturímóti hendir tað alsamt oftara, at bæði pengar og arbeiði enda á útlendskum hondum.

Tað sigur búskaparfrøðingurin Kári Petersen.

- Tað, sum vit síggja er, at pengasterki útlendski eigarin lænir føroyska partafelagnum pening til at keypa skip ella fiskiloyvi fyri. Í sambandi við hetta ásetur felagið eina rentu, sum er so høg, at hon tømir felagið fyri pening, sigur hann.

Sostatt kanst tú hava eitt felag við høgari inntøku og lágum útreiðslum - ja, ókeypis tilfeingi, men ongum yvirskoti. Føroyska samfelagið sær í hesum føri einki til milliónirnar frá fiskirættindunum, sum vórðu latin ókeypis.

- Helst vóna politikarar, at hesi vinnulívsfólkini gera íløgur í vinnuna, men tað er bara ikki altíð, at tað er so. Tað, sum loysir seg best hjá einum, sum kann selja eitt loyvi, er ofta at fara úr vinnuni, sigur Kári Petersen.

- Pengarnar fara sostatt í privatar lummar. Tað merkir fyrst og fremst, at teir ikki koma til at virka í vinnuni, sigur Kári Petersen.

Les meira í vikuskiftisblaðnum