Pengarnir loysa ikki trupulleikan

 Vit halda ikki, at føroyskur fótbóltur fær tað betri, um FSF letur meira pening til feløgini. Og sum heild halda vit, at Óli Holm hevur gjørt eitt gott arbeiði, eru boðini úr Klaksvík, har tey ætla at geva Óla Holm sína atkvøðu

FSF-val

KÍ var ikki millum tey feløg, sum skrivaðu undir uppskotið um at stilla Birgir Enghamar upp til formansvalið í FSF.
Orsøkin til hetta hevur sum so einki við nýggja valevnið at gera. Men John William Joensen, pressutalsmaður hjá felagnum, sigur, at tey ikki duga at síggja nakra serliga orsøk at skifta verandi formannin út.
 Vit hava havt eitt fínt samstarv við bæði Óla Holm og Birgir Enghamar. Og vit hava sum so bara alt gott at bera teimum báðum.
 Til tíðir hevur arbeiðið innan FSF tókst heldur rokmikið. Men hesi seinastu tvey árini hevur talan verið um arbeiðsfrið og gott samstarv. Og tá so er, so halda vit tað hava týdning, at stabiliteturin í arbeiðinum verður varðveittur. Í øllum førum halda vit ikki, at tað kann vera nakað endamál í sjálvum sær at skifta leiðsluna út, sigur hann.

Landsliðini skapa menning
Stuðulin til verandi arbeiðssetning innan FSF tykist eisini koma greitt til sjóndar, tá tosað verður um tað, sum hevur verið ført fram higartil í valdystinum.
 Stórur partur av ónøgdini hevur snúð seg um, at feløgini ynskja ein størri part av fíggjarligu inntøkunum hjá FSF. Men tað er so ikki okkara áskoðan, at tað loysir nakrar trupulleikar, um pengarnir floyma úr FSF-kassanum yvir til feløgini.
 Partvíst, so haldi eg avgjørt, at vit í dag síggja nyttuna av miðvísa landsliðsarbeiðinum, sum hevur verið gjørt. Tá vit trinu inn á altjóða pallin, so sóu vit fyri tað nógva alt landsliðið standa í brotsteiginum og sparka burtur. Í dag hava vit spælarar, sum eru skúlaðir upp við altjóða avbjóðingum, og tað sæst heilt avgjørt aftur í betraðum landsliðsavrikum. Samstundis er hetta eisini nakað, sum kemur feløgunum tilgóðar. Nakað sum eitt nú var sjónligt í UEFA-Cup dystunum, sum B36 spældi í ár.
 Hartil kann tað ikki vera nøkur haldgóð loysn, at feløgini fara avstað við teimum inntøkum, sum FSF fær úr altjóða luttøkuni. Sum føroyskur fótbóltur er skipaður, so vilja øktar inntøkur at kalla bara fara til øktar lønarútreiðslur til spælarar, og tá fara pengarnir úr føroysku fótbóltsskipanini. So halda vit, at nyttan er munandi størri, um pengarnir verða nýttir í einum arbeiði, sum gagnar øllum føroyskum fótbólti. Landsliðsarbeiðið gevur jú eisini bestu spælarunum nakað at stremba eftir, og á tann hátt fáa feløgini eisini nakað burtur úr hesum, staðfestir John William