Vald teirra hevur verið ovurstórt, og hava teir ikki góðtikið, at føroyskir almennir myndugleikar skulu hava ávirkan á virkisøki teirra. Teir hava tískil virkað sum ?statur í statinum?. Hetta kann ikki góðtakast, og er neyðugt, at leiðslurnar í peningastovnunum framyvir virða fólkaræðið - virða avgerðir løgtingsins um at lata landsbankan taka sær av sentralbankauppgávum, herundir eisini at virka sum bankasamband hjá almenna sektorinum og øðrum fíggjarstovnum enn peningastovnunum.
Stríðið hevur tikið seg upp í samband við ætlaðar broytingar av landsbankalógini. Tveir høvuðstættir eru í broytingunum. Onnur snýr seg um stovnan av føroyskum virðisbrævamarknað, hin um at geva landsbankanum sterkari heimildir til at fremja heildarumsiting av almennum gjaldføri.
Sum so mangan áður, tá ið talan hevur verið um lógargrundarlag landsbankans, er reaktiónin hjá stóru peningastovnunum ógvuslig. Teir kenna seg hóttar, og seta í verk stórt lobbyvirksemi, hvørs endamál er at fáa bæði almenningin og politikarar til at taka undir við teirra sjónarmiðum um, at landsbankin ikki eigur at fáa vald til at virka sum sentralbanki, herundir at røkja bankauppgávur fyri almenna sektorin. Tað stutta av tí langa er, at peningastovnarnir síðan 1978, tá løgtingið samtykti landsbankalógina, ongantíð hava viljað viðurkent landsbankan sum búskaparpolitiskan myndugleika, og at teir helst sóu stovnin niðurlagdan. Hervið virða teir ikki løgtingið, og tær avgerðir lóggávuvaldið tekur.
Í flest øllum londum er vanligt, at sentralbankin virkar sum týðandi myndugleiki, hvørs tiltøk raka vinnuligu fíggjarstovnarnar so ella so. Ynskið hjá lóggávuvaldinum í hesum londum hevur verið - og er - at skipa ein myndugleika, sum virkar fyri javnari búskapargongd, menning av fíggjarkervinum og sum er banki hjá sentral-almenna sektorinum.
Tað slepst ikki undan, at tiltøkini hjá sentralbankunum ávirka kappingarstøðuna á fíggjarmarknaðunum á ein ella annan hátt. Amboðini, sentralbankarnir hava fingið frá lóggávuvaldinum, hava verið ymisk í teimum ymsu londunum, og hava eisini verið skiftandi yvir tíð. Hetta er gongd, sum hevur staðið við, síðan fyrsti sentralbankin, Bank of England, bleiv settur á stovn í fyrru helvt av 18. øld.
Síðan fyrst í 1970-unum, tá ið fyrireikingarnar av álvara byrjaðu til tað landsbankalóg, vit í dag kenna, hava peningastovnarnir ferð eftir ferð roynt at vart seg móti tí kappingartrýsti, sum teir mettu, at landsbankin kundi elva til. Hetta er náttúrligt. Teir vardu ta monopolstøðu, teir de fakto høvdu til at umsita gjaldførið hjá landskassanum, landskassagrunnum, landsstovnum og kommunum.
Grundgevingarnar hjá peningastovnunum móti landsbankanum hava verið skiftandi og uppfinnsamar, og er rokið, sum teir 4 stjórarnir í teimum báðum stóru peningastovnunum nú hava elvt til, gott dømi um hetta. Meti grundgevingar teirra fyri at skerja landsbankan sum myndugleika at vera tilgjørdar, sjálvmótsigandi og á lágum fakligum støði.
Tað eydnaðist peningastovnunum at forhála stovnanina av landsbankanum við ikki minni enn 14 árum, eftir at løgtingið í 1978 hevði samtykt landsbankalógina. Ikki fyrr enn í 1992, eftir at peningastovnarnir høvdu kroyst lógarbroytingar í gjøgnum, sum nærum tóku øll stýringsamboð frá stovninum burtur, fór bankin so smátt at virka. Tá var ov seint ... føroyski búskapurin var farin í knús.
Eri sannførdur um, at var landsbankin settur á stovn í 1978 og sloppin at virka eftir tí lógargrundarlagi, sum løgtingið tá viðtók, so hevði yvirupphitingin av búskapi okkara í 80-unum ikki verið so ógvuslig, sum hon bleiv. Ei heldur hevði syndarliga búskaparkreppan, sum tók seg upp fyrst í 90-unum, verið veruleiki.
Stríðið um landsbankan hevur annars staðið við, síðan Thorstein Petersen fyri Fólkaflokkin á fyrsta sinni setti fram uppskot um stovnan av landsbankanum í 1940 - eitt uppskot merkt av framskygni og stórum fakligum kunnleika. Málið hevur síðan verið viðgjørt í løgtinginum í fleiri umførum. Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava undir hesum viðgerum verið fyri at stovna landsbankan, tó við ymsum grundgevingum. Sambandsflokkurin hevur støðugt verið ímóti, tí hann óttaðist fyri, at stovnurin kundi virka sum týðandi loysingaramboð.
Eingin ivi er um, at allir flokkar, sum hava virkað fyri stovnanini av landsbankanum, hava ynskt ein stovn, ið skuldi taka sær av vanligum sentralbankauppgávum, undantikið umsiting av egnum gjaldoyra. Umsiting av egnum gjaldoyra hevur í dag ikki serligan týdning hjá sentralbankum í flestum londum, eftir at tey hava ásannað, at upp- og niðurskriving av gjaldoyravirðinum er sera vandamikið amboð at nýta í búskaparpolitikkinum.
Peningastovnarnir komu ikki rættuliga upp í tjakið um landsbankan fyrr enn í 1970-unum, tá ferð kom á politisku fyrireikingarnar. Peningastovnarnir - serliga bankarnir - fóru harðliga fram. Høvuðsgrundgeving teirra í 70- og 80-unum var tann, at neyðugt var ikki við einum landsbanka, tí peningastovnarnir í virksemi sínum tóku neyðug samfelagsbúskaparlig atlit. Teir trúttaðu niður í politikarar okkara, at teir, hóast teir innanhýsis vóru í ávísari kappingarstøðu, megnaðu at skipa fyri kredittveiting, sum var hóskandi til búskapin og fíggjarpolitikkin hjá landsstýrinum og løgtinginum.
Vit kunnu taka eitt dømi um, hvussu væl hetta eydnaðist.
Í 1986 ásannaði landsstýrið, sum tá sat, at ferðin á føroyska búskapinum var ov stór. Landsstýrið gjørdi stórt arbeiði hetta árið fyri at loysa hendan trupuleika við at seta upp eina fíggjarlóg fyri 1987, har útreiðslurnar so at siga ikki vuksu, samstundis sum nógvur pen-ingur bleiv tikin inn á inntøkusíðuni. Talan var um eina í politiskum høpi djarva fíggjarpolitiska tátting, svarandi til einar 200 mió kr.
Høvdu peningastovnarnir tá víst heildarbúskaparliga ábyrgd við hóvligum útlánspolitikki, hevði hetta inntriv havt stóra ávirkan á búskapin. Men tiltakið fekk ikki minstu ávirkan á gongdina, tí hetta árið vuksu peningastovnarnir um útlán síni við nærum 1.600 mió kr.
Ikki nokk við hesum.
Tað almenna hevði í 80-unum nógvar hundratals milliónir krónur standandi sum innlán í peningastovnunum til sera lága rentu, men tá ið neyðugt var at taka nakað av hesum peningi út í 1988-90, kundi hetta ikki lata seg gera. Gjaldførið hjá peningastovnunum, sum hevði verið gott árini frammanundan, var nú lítið og einki. Peningurin var burtur, bundin í útlán - vánalig útlán.
Læran av hesum hjá okkum føroyingum má vera, at hetta ongantíð má henda aftur.
Í peningastovnunum arbeiddu og arbeiða enn dugnalig fólk; men tað er ógjørligt hjá teimum bæði at skula hava ábyrgd fyri at klára seg í kappingini innan hesa vinnu og samstundis hava ábyrgd fyri búskapinum sum heild. Hetta er ein uppgáva, sum eigur at liggja hjá myndugleikunum - hjá landsbankanum.
Búskaparstøðan í dag minnir á nøkrum økjum um búskaparstøðuna mitt í 80-unum. Búskapurin er við at gerast yvirupphitaður, samstundis sum peningastovnarnir eru sera likvidir, og tekin eru um, at teir eru við at vaksa um kredittveiting sína meira enn gott er. Landsstýrið og løgtingið standa tí í eini ógvuliga torførari støðu, hvat fíggjarpolitikkinum viðvíkur. Fara peningastovnarnir undir enn størri útlánsvøkstur gerast krøvini til landsstýrið um at tátta í á fíggjarlógini tilsvarandi størri.
Løgtingið, landsstýrið og landsbankin mugu stuðla hvørjum øðrum í búskaparpolitikkinum. Landsbankin kann tó ikki stuðla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum og løgtinginum við traditionellum pengapolitikki við at avmarka kredittmidlingina hjá peningastovnunum. Men landsbankin kann tó, sum er - og enn betur við nýggju lógini - tryggja, at størri partur av gjaldførinum hjá tí almenna ikki stendur sum permanent innlán hjá peningastovnunum, tøkt til útlán. Almenni peningurin eigur at vera beindur úr búskaparmeldrinum og nýtast til at byggja upp mótstøðuføri, sum skal vera tøkt, tá - og um - føroyski búskapurin aftur kemur í kreppu.
Hinvegin merkir ein betri atgongd hjá landsbankanum til alment gjaldføri, sum lógarbroytingin leggur upp til, ikki neyturviliga, at tær 900-1.000 mió kr, sum almennir stovnar í dag hava í peningastovnunum, verða tiknar úr peningastovnunum. Peningurin kann framvegis setast í føroysku peningastovnarnar. Men binding av peningi í peningastovnunum skal gerast við atliti til heildarbúskaparligu gongdina, og skal al-menni peningurin undir øllum umstøðum ikki setast í umfar í føroyska búskapinum fyrr enn konjunkturviðurskiftini og gjaldførisstøðan hjá tí almenna talar fyri tí. Afturat hesum eigur størri kapping at vera um rættin hjá privatum fíggjarstovnum til at umsita almennan pening, og hevur landsbankin ført fram, at hetta kann gerast við, at landsbankin bjóðar blokkar av almennum peningi út til umsiting til marknaðartreytir.
Skilji ikki, at stjórarnir í teimum báðum stóru peningastovnunum skulu vera so framligir við áhugamálum sínum, sum vit hava verið vitni til seinastu dagarnar. At teir beinleiðis leggja seg út í áhugamálini hjá myndugleikunum um skynsama umsiting av gjaldførinum hjá tí almenna. At teir skulu hótta almennu myndugleikarnar til ikki at nýta landsbankan sum bankasamband hjá tí almenna. Hetta er í míni verð frekleika út um alt mark. Havi ilt við at hugsa mær, at nevnd og stjórn landsbankans nakrantíð fer at gera nakað líknandi móvegis peningastovnunum, t.d. við at mæla løgtinginum til, at peningastovnarnir ikki skulu hava loyvi til at taka í móti innlánum frá kommununum og kommunalum stovnum.
Teir politikarar og embætismenn, ið hava evnað til ymsu uppskotini til landsbankalóg, sum verið hava frammi síðan 1940, hava sett seg væl inn í líknandi viðurskifti í øðrum londum. Endamálsorðingar og uppskot til lógartekst annars hava altíð havt støði í sentralbankalóggávu í øðrum londum, ikki minst lóg-gávuni í Íslandi og Danmark. Hevði áhaldandi trýstið frá stóru føroysku peningastovnunum ikki verið so harðligt, hevði landsbankalógin verið enn meiri lík lóggávuni í hesum lond-um, enn hon er í dag.
Taka vit donsku sentralbankalóggávuna til dømis, so standa ongar avmarking-ar fyri, hvørji kundaviðurskifti nationalbankin kann hava. Ja, sjálvt innlán frá privatum kann danski sentralbankin sambært lógini standa fyri. Nationalbankin hevur tó ikki tørv á slíkari atgongd til gjaldføri fyri at røkka samfelagsbúskaparligu áhugamálum sínum, og hevur leiðslan sjálv fyri mongum árum síðani boðað frá, at bankin ikki vil taka upp innlánskundaviðurskifti við privat, sum ikki eru at rokna sum fíggjarfyritøkur, ið virka undir bankalógini, lóg um fondsmeklarar, lóg um virðibrævahandil v.m. Leggjast skal til merkis, at nationalbankin tekur sær rætt til at hava kundaviðurskifti við onnur enn peningastovnarnar í Danmark, t.d. tryggingarfeløg, fondsmeklarar og realkreditfeløg.
Ætlanin hjá landsstýrinum um broytingar av landsbankalógini - verða tær framdar í verki - fara at geva landsbankanum amboð, sum kunnu skunda undir eina nýtímansgerð av føroyska fíggjarkervinum. Hetta er harðliga tiltrongt, tí fíggjarkervið okkara er ógvuliga undirment í mun til onnur lond. Ein grundin til hetta er júst tann, at stóru peningastovnarnir í alt ov langa tíð hava havt umstøður til at verja monopollíknandi støðu sína. Neyðugt er, at teir venja seg til nýggjar tíðir, har tey, ið hava uppsparing, fáa meiri fjøltáttaði plaseringstilboð, og har húsarhald og vinnulív fáa nýggjar fíggingarmøguleikar.
Vónandi kann landsbankin við nýggju landsbankalógini fáa betri umstøður til at virka fyri, at neyðugar tillagingar verða framdar. Best var um hetta bleiv gjørt í góðum samstarvi við peningastovnarnar. Hinvegin má ásannast, at ein nýtímansgerð av fíggjarkervi okkara kemur at hava við sær størri kappingartrýst á etableraðu peningastovnarnar. Tað er náttúrligt, at teir í hesum sambandi verja monopol-støðu sína, og ger hetta, at teir seta seg í móti broytingum. Tað hevur tí sera stóran týdning, at politik-arar okkara hava greiða mynd av teimum áhugamál-um, sum nú gera seg galdandi, og at teir seta ser-áhugamálini hjá peningastovnunum upp móti áhugamálunum hjá samfelagnum sum heild, herundir vinnulívinum, húsarhaldum og tí almenna.
Jonhard Eliasen
Búskaparfrøðingur