Pensjónirnar hækka 1% næsta ár

Nú tey almennu starvsfólkini hava fingið 1% í lønarhækking næsta ár, heldur samgongan, at tað er rætt, at allar pensjónir eisini hækka tað sama. Men tað er bara viðbótin, sum hækkar, tí sjálv grundupphæddin stendur í stað. Sostatt er veruliga hækkingin minni enn 0.5%, tá øll pensjónin verður tald við Annars var ætlanin at ongin lønarhækking skuldi vera og av tí sama helt samgongan, at eisini at allar almannaveitingar skuldu verða óbroyttar.

Tí legði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna uppskot fyri Løgtingið um, at ongar almennar veitingar skuldu hækka.

Annars hava almannaveitingarnar hækka 4% um árið fyri at fylgja prísvøkstrinum.

So varð tað lækkað niður í 3% og nú skuldi tað so heilt avtakast.

Men samgongan heldur, at tað er rætt, at almannaveitingarnar hækka tað sama sum lønirnar.

Hesum tekur andstøðan ikki undir við tí hon staðfestir, at tað enn einaferð eru tey, sum eru illa sperd frammanundan, sum verða rakt.

Tað er dýrt at liva í Føroyum og tey, sum verða rakt av hesari sparing, eru júst tey, sum ongan ágóða og skattalætta fingu, tá fíggjarstøða landsins var góð, sigur andstøðan.

Hvussu leikur ferð, fáa vit at vita seinni í dag, tí tá skal Løgtingið atkvøða um málið.