Úthaldni loysir seg.
Tað kann eitt pensjónistapar frá Kerteminde skriva undir upp á, eftir at tey farna vikkuskifti vunnu fjórðstørsta lottovinning í ár. Tey sjey røttu tølini saman við rætta trumfinum vann teimum 24.483.396 krónur.
Tølini hava tey spælt síðani 1989! Við øðrum orðum hava tey spælt somu tøl í 23 ár.
- Tað loysir seg at spæla við somu tølum, siga tey bæði, sum vilja vera ónevnd.
Og hóast tey nú eru millióningar, gevast tey ikki við at spæla við somu tølum.
Tað kom eitt sindur óvart á, at vinningurin var so stórur.
- Vit sóu tølini og søgdu: Nå, so hava vit vunnið 24.000 krónur, tað eru eisini pengar, siga tey bæði.
Men eftir at hava nærlisið seðilin komu tey eftir, at tey høvdu sjey røtt umframt trump, og tað gav góðar 24 millikónir krónur í kassan.
- Vit vóru eitt sindur skelkað og trúðu tí ikki rættiliga. Tað varð ikki nógv sovið ta náttina, sigur parið.
Enn hava tey ikki gjørt av, hvat tey skulu brúka penikng til, men eitt er víst, at tey skulu út at eta nakrar ferðir hereftir, skrivar ekstrabladet.dk