Javnaðarflokkurin umhugsar at taka seg úr pensjónsbólkinum.
Hesum boðaði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins frá á landsfundi í dag. Hann segði, at Javnaðarflokkurin var um at taka seg úr pensjónsbólkinum, tá flatskatturin varð settur í verk í fjør, men gjørdi tað kortini ikki. Flokkurin hevur allatíðina mett og heldur framvegis fast um, at pensjónsnýskipanin er ein samlaður pakki.
Vit kunnu ikki góðtaka, at samgongan pilkar eitt mál burtur úr nýskipanaruppskotinum og um uppskotið um tvingaða samansparing verður samtykt, so tekur Javnaðarflokkurin seg úr bólkinum, segði hann á landsfundinum í dag.