Pensjónsskipanin skal betrast

Helena Dam á Neystabø fer á fyrsta landsstýrisfundi at taka málið upp, um at gera ymiskar broytingar í nýggju pensjónsskipanini

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, ásannar, at ymisk brek eru við í nýggju pensjónsskipanini, ið mugu rættast sum skjótast.

Mest átrokandi heldur Helena Dam á Neystabø tað vera at fáa greiðu á viðurskiftunum hjá avlamispensjónistunum.

? Avlamispensjónistar hava rentur og avdrøg at gjalda fyri hús síni, eins og øll onnur, og tí er neyðugt, at avlamispensjónistar fáa ta pensjón, teir hava rætt til. Tað skal ikki vera avgerandi, um tú ert giftur avlamispensjónistur ella ikki, sigur landsstýriskvinnan.


Óheppin støða

Helena Dam á Neystabø ásannar eftir viðtaluna við Lailu Solmunde, forkvinnu í Ráðnum fyri Brekað, í Sosialinum í gjár, at tað er ein ógvuliga óheppin støða, avlamispensjónistarnir eru komnir í, eftir at nýggja pensjónsskipanin varð sett í gildi.

Laila Solmunde vísti á, at nýggja pensjónslógin, sum Helena Dam á Neystabø sigur vera nógv greiðari enn tann undanfarna, í veruleikanum er nógv torgreiðari. Somuleiðis vísti hon á, at tað er lygn, tá landsstýriskvinnan í útvarpinum sigur, at Ráðið fyri Brekað hevur havt uppskotið um nýggju pensjónslógina til ummælis.

Landsstýriskvinnan sigur seg ikki vita betur, enn at uppskotið hevur verið til ummælis hjá ráðnum. Men hon vil kortini ikki siga Lailu Solmunde ímóti.

? Tað kann vera, at tað bara er gamla lógaruppskotið hjá Kristiani Magnussen, ið hevur verið til ummælis hjá Ráðnum fyri Brekað, men so er hetta nakað, ið er hent av misgávum.

Helena Dam á Neystabø sigur seg ikki kunna svara hesum spurninginum nágreiniliga júst nú, tí fólkini, ið hava við málið at gera, eru ikki til arbeiðis nú millum jólanna.

Landsstýriskvinnan lovar tó at kanna hetta nærri seinni.


Átti at verið gjørt fyrr

? Tað er púra rætt, at tað er keðiligt, at vit seta í verk eina skipan, ið ikki er heilt fulfíggjað. Tað ábreiðslu skal eg nokk taka á meg, sigur Helena Dam á Neystabø, tá vit spyrja hana, um ikki skipanin átti at verið fulfíggjað áðrenn hon varð sett í verk.

Men samstundis vísir landsstýriskvinnan á, at neyðugt var at seta skipanina í verk nú um ársskifti og at tað eru nógvar ymsikar orsøkir til, at fólk eru komin illa fyri av nýggju pensjónsskipanini.

Millum annað vísir Helena Dam á Neystabø á, at væl kendi ár 2000 trupulleikin hevur havt sín fingur við í spælinum. Telduskipanin er øll løgd um hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, og hevur hetta havt sína ávirkan á pensjónsútgjaldingarnar. Harafturat hevur ógvuliga stórt arbeiðstýrst verið á Almanna- og Heilsumálastýrinum upp móti ársskiftinum.


Skatturin lagar seg

Í Sosialinum í gjár vístu vit á, at avlamisviðbótin eftir nýggju pensjónsskipanini verður skattað. Hetta varð hon ikki fyrr. Somuleiðis vístu vit á, at hóast viðbótin eftir nýggju skipanini er hægri, enn hon var eftir gomlu skipanini, er avlopið nú nógv minni hjá pensjónistinum.

Men hetta hevur sambært Helenu Dam á Neystabø eina frágreiðing. Tað er nevniliga soleiðis, at skattur í desember ofta er hægri enn aðrar tíðir av árinum, og tí er pensjónin eisni harðari skattað, enn vanligt.

Helena Dam á Neytsabø vissar um, at betrað verður um viðurskiftini, so pensjónistarnir ikki verða við sviðusoð. Tað, teir hava mist, fara teir uttan iva at fáa aftur, vissar hon um og heitir á á fólk um at brynja seg við toli.