? Tað nyttar einki, at vit stinga høvdið í sandin, tá vit standa við tí veruleika, at tingmenn ikki vilja játta meira pengar til pensjóninir. Hetta sigur Kristian Magnussen, sum er rættuliga skuffaður av tí, sum fólk hava ført fram ímóti tí hann hevur skotið upp fólkapensjónini viðvíkjandi.
Kristian Magnussen heldur tað vera spell, at tað ikki skal bera til at fáa í lag eitt sakligt kjak um pensjónsviðurskiftini.
? Tit mugu endiliga ikki halda, at eg geri hetta til stuttleika, ella at eg havi ætlanir um at taka pengar frá pensjónistunum, sigur hann.
? Eg geri tað heldur ikki út frá einum asosialum sjónarmiðið, men hetta er heldur ein roynd at býta pengarnar øðrvísi.
Mugu hugsa øðrvísi
Kristian Magnussen sigur, at hann við hesum vil vísa á, at hann vil taka allan problematikkin, sum snýr seg um pensjónir, røkt o. s. fr. til viðgerðar.
? Tað er bara so, at vit hava ein ávísan karm at arbeiða út frá. Vit hava eina ávísa upphædd, og tað ber bara ikki til at fáa fleiri pengar. Skulu vit tí gera nakað annað á hesum øki, mugu vit brúka tilfeingið, sum vit hava, øðrvísi.
Landsstýrismaðurin harmast um, at eingin av teimum, sum mótmæla, hevur sett seg inn í málið. Hann sigur, at øll eru líka hvat hesum viðvíkur, bæði politikarar, fjølmiðlar og fakfelagsleiðarar.
? Veruleikin er bara tann, at tað verða nógv fleiri eldri í framtíðini. Skulu vit kunna geva teimum eldru eina góða røkt - eina góða heimarøkt, og kunna geva teimum eina góða pensjón, ið onga aðra hava, samstundis sum vit ikki vilja lata fleiri pengar til endamálið, so mugu vit hugsa øðrvísi.
Sjálv spara saman
? So kunnu vit seta spurningin:
? Skulu tey sum hava eina góða pensjón umframt fólkapensjónina eisini hava eina fulla fólkapensjón? spyr landsstýrismaðurin í heilsu- og almannamálum, sum leggur afturat.
? Samstundis sum vit vita, at fólk, ið bara hava fólkapensjónina valla kunnu liva av henni!
Kristian Magnussen hugsar sær eina pensjónskipan, har tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum duga at síggja nyttuna í at spara upp til egin ellisár. Hann hugsar sær ikki eina skipan, ið líkist Samhaldsfasta, men heldur, at partanir á arbeiðsmarknaðinum semjast um eina slíka skipan.
? Vit síggja jú, at øll fakfeløg eru í ferð við at gera slíkar skipanir
Gagnar limum í FA
? Ingeborg Vinther tosar um, at tit á henda hátt revsa limirnar í Føroya Arbeiðarafelag, sum júst eru farnir undir eina pensjónsskipan. Er tað so?
? Ingeborg Vinther hevur als ikki skilt, hvat málið snýr seg um. Hetta kemur so avgjørt ikki at raka hennara limir, sigur Kristian Magnussen.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað sum limirnir í Føroya Arbeiðarafelag nú byrja at spara upp til bara kann verða ein viðfáningur til fólkapensjónina.
Eftir ætlanunum hjá Kristian Magussen lækkar fólkapensjónin ikki fyrr enn inntøkan umframt fólkapensjónina kemur upp á 89.000 krónur.
? Limirnir í FA koma ikki í nær námind av hesum markinum, vísir Kristian Magnussen á.
? Tvørturímóti er meiningin at lyfta pensjónina upp hjá limum í teimum fakfeløgum, sum onga pensjónskipan hava. Spurningurin er so, hvussu vit skulu fíggja hetta.
Eiga 1,8 mió fyri at merkja á uppsparing
Kristian Magnussen vísir á, at tað eru fólk í samfelagnum, sum fáa góða pensjón frá samfelagnum. Hann spyr tí, um tað er rímuligt, at tey í allar ævir skulu fáa fólkapesnjónina umframt.
? Samstundis vita vit, at tey sum onga aðra pensjón hava, fáa eina fólkapensjón, sum er alt ov lítil.
Sambært uppskotinum hjá Kristiani Magnussen verða tað eini 1.200 fólk, sum verða rakt.
? Tað er eisini nakað vrøvl, sum stendur í Dimmalætting um, at fólk sum hava spart sær nakrar hundrað krónur, verða rakt av hesi skipan.
Kristian Magnussen vísir á, at fyri at fólk, sum hava spart sær saman skulu verða rakt av hesi lógini, so skulu tey hava spart 1.8 milliónir krónur, áðrenn rentuinntøkum kemur upp á 89.000 krónur.
- Og tað er sanniliga munur á nøkrum hundrað krónum og 1.8 mió krónur, sigur hann.
Styrkur - um tú bara hevur fólkapensjón
? Eg komi ikki við hesum uppskoti, tí eg haldi tað vera stuttligt, men tí at eg í prinsippinum haldi tað vera rætt, at tey, sum hava stóra eykapensjón fáa eitt sindur minni í vanligari fólkapensjón, so meira verður í fólkapensjón til teirra, ið bara hava fólkapensjónina at dúva uppá.
? Fólkapensjónin er so nógv afturúrsigld seinastu árini hjá teimum, sum bara hava hana at liva av - og hon skal tí lyftast upp á eitt hægri støði, so tey kunna liva av henni, heldur enn bara at æna, sigur hann.
Býta pengar øðrvísi
Kristian Magnussen ger greitt, at pengarnir ikki forsvinna av almannaøkinum.
? Eg fái heldur ikki pengar til at veita eina góða og forsvarliga eldrahjálp - eina røkt av teimum eldru, sum eg haldi vera rímuliga. Vit hava fleiri eldri, sum eru senildement, sum verða noydd at klára seg sjálv um náttina. Tað er púrasta óforsvarligt og óetiskt, sigur landsstýrismaðurin, sum vísir á, at hetta eisini er ein partur av kjakinum um fólkapensjónina og um, hvussu pengarnir skulu fordeilast.
Hann heldur tí, at einasta staðið á økinum, har hann við respekt kann taka pengar, er frá teimum, sum framman undan hava nóg mikið. Tann, ið forvinnur 89.000 krónur umframt fólkapensjónina, hevur ikki alla fólkapensjónina fyri neyðini, heldur Kristian Magnussen.
? Tá samfelagið í fleiri førum betalir fólki eina rímiliga góða eftirløn, hví skulu tey so eisini hava fulla fólkapensjón, spyr landsstýrismaðurin. ? Har skilji eg ikki logikkin, sigur Kristian Magnussen, sum vónar at vit kunnu fáa eitt virðiligt kjak um hesi viðurskifti.