Pensjónistar skulu fáa tøkk fyri tógvið stríð

Sum støðan er í dag, so verða okkara eldru borgarar straffaðir, um teir hava hug at fara til arbeiðis og vinna sær nakrar krónur.

 


Hvat er tað, vit hugsa fyri okkum, er pensjónin ein olmussa, álvaratos eg spyrji bara, ella er hon ein veiting, sum tey so dyggiliga hava gjørt seg uppibornan til. Tey hava goldið sín skatt í gjøgnum eitt langt lív.


Nei, pensjónin er eingin olmussa, hon er ein veiting sum takk fyri tógvið stríð og takk fyri tann kapital, sum tey hava veitt okkara samfelag. Tey hava verið við til at bygt hetta samfelag upp, til tað tað er í dag, eitt av heimsins mest framkomnu samfeløgum!

Sjálvandi skal mótrokningin í pensjónini vegna arbeiðsinntøku avtakast, so at tey sum kunnu arbeiða og ynskja at arbeiða, ikki fáa tað aftur um brekku.


Nevnast skal eisini í hesum sambandi, at Sambandsflokkurin hevur í síni valskrá eina inflatiónstrygd, har tey sum ikki hava heilsu til at fara á arbeiðsmarknaðin og hava trupult við at gjalda hvørjum sítt, kunnu fáa 1000 kr. meir um mánaðin at liva fyri.


Tað ber ikki til at tey, sum bygdu okkara land, skulu sita køld í egnu húsum, vegna støðugt hækkandi oljuprísir. Tískil er neyðugt, at javningin av pensjónini heldur áfram, bæði vegna øktu inflatiónina og øktu olju og matvøruprísir. Við verandi lønar- og prísvøkstri, verða pensjónirnar javnaðar við útvið 4%.


Hesum vil eg arbeiða fyri.


Sámal Hanni Lognberg

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið