Mark Esper, amerikanski verjumálaráðharrin, sigur við Reuters, at USA ikki hevur ætlanir um at taka seg úr Irak.
Harvið avsannar hann frásagnir í fjølmiðlum um, at samgongan undir amerikanskari leiðslu í einum brævi skal hava boðað frá, at hon fer at taka seg úr Irak fyri at virða landsins sjálvræði.
– Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt bræv. Vit royna at finna út av, hvaðani tað er komið, og hvat tað er.
– Men tað er eingin avgerð tikin um at fara úr Irak. Punktum, sigur Mark Esper.
Brævið frá samgonguni er sent til herin í Irak.
##med2##
Bæði ein amerikansk og ein irakisk hernaðarkelda hava váttað, at brævið veruliga er til.
Tíðindakvinnan Deborah Haynes frá Sky News skrivar í einum tweeti, at keldur í samgonguni siga, at »vit flyta fólk úr Bagdad – vit fara ikki úr Irak«.
Í brævinum, sum er sent í gjár, stendur, at »deildirnar hjá samgonguni verða bidnar um at gera alt fyri at tryggja, at leiðin úr Irak verður trygg og væleydnað«.
Samgongan sigur, at deildirnar verða fluttar til nýggju málini komandi dagarnar og vikurnar.
Tað framgongur ikki greitt, hvaðar deildirnar verða fluttar. Tað verður heldur einki sagt, um boðini bara snúgva seg um amerikansku deildirnar ella um alla samgonguna, sum hevur deildir frá 76 londum, teirra millum Danmark.
Í brævinum stendur, at tað fer at verða økt tyrluflúgving í og kring altjóða sonuna í Bagdad.
Fleiri tyrlur hoyrdust yvir Bagdad í kvøld.
Umleið 5.200 amerikanskir hermenn eru í Irak, har teir stuðla deildum á staðnum í arbeiðinum við at forða Islamskum Stati at koma aftur til landið.
Amerkikansku hermenninir eru teir sum eru flestir í samgonguni, sum irakiska stjórnin bjóðaði til landið í 2014. Samgongan var biðin um at hjálpa við at niðurberja jihadistar.
Uleið 130 danskir hermenn eru partur av samgonguni. Danmark letur harafturat umleið tíggju hermenn – stabsoffiserar – til Mission Iraq hjá NATO í Bagdad.
/ritzau/Reuters