Pentagon váttar: Seinastu flogførini eru farin úr Kabul

Nú er tað Taliban, sum hevur ræðið á flogvøllinum í Kabul - og ikki sameindu herdeildirnar, sum allar eru farnar úr afganska høvuðsstaðnum.

 

 

 

Amerikanska verjumálaráðið í Pentagon váttar í kvøld, at tey seinastu amerikansku herfólkini nú eru farin úr Afganistan.

 

Tá heimasíður, sum standa Taliban nær, bóru tíðindini um amerikansku afturtøkuna, hoyrdust skot í Kabul, men hesaferð varð hildið, at hetta vóru skot - skotin upp í loft av gleði yvir, at amerikanskir hermenn ikki longur eru í landinum.

 

Tað veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

Nú er tað Taliban, sum hevur eftirlitið við flogvøllinum í Kabul. Seinastu flogførini við amerikanskum herfólki fóru úr Kabul í kvøld.

 

Fleiri sameind lond hava seinastu tíðina flutt nógv fólk úr Afganistan, og USA hevur einsamalt flutt fleiri enn 100.000 fólk úr Kabul hesar seinastu dagarnar.

 

##med2##

 

 

 

Eftir eitt 20 ára langt stríð, er tað nú Taliban sum hevur valdið í Afganistan.