Pepe er elsti útleikarin nakrantíð í bestu portugisisku deildini

Pepe er við 40 árum og 183 døgum elsti leikarin nakrantíð í bestu portugisisku fótbóltsdeildini

Tá Porto vann 2-1 á Rio Ave í farnu viku í útidysti í bestu portugisisku fótbóltsdeildini, so var tað ikki bæði málini Porto skoraði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Mestu umrøðuna fekk serliga metið, ið portugisiska fótbóltslegendan, Pepe tók hendan dagin.

 

Porto-leikarin, Pepe gjørdist hendan dagin elsti útileikarin nakrantíð at spæla ein dyst í bestu portugisisku deildini.

 

Pepe hevði sína fremstu tíð millum 2007 og 2017, tá hann spældi við Real Madrid. 

 

Við Real Madrid vann Pepe Champions League og La Liga tríggjar ferðir, sponsku steypakappingina tvær ferðir, og HM í fótbólti fyri felagslið tvær ferðir. 

 

Við Porto hevur Pepe vunnið meistaraheitið og steypakappingina fýra ferðir.

 

Pepe hevur spælt 134 landsdystir við Portugal. Við Portugal vann hann EM-gull í 2016 og Nations League-gull í 2019. 

 

Pepe spældi dyst á Tórsvølli 10. oktober í 2016, tá Portugal í einum HM-undankappingardysti vann 6-0 á Føroyum. 

 

Pepe var eisini við á portugisiska liðnum, ið vann 5-1 á Føroyum í HM-undankappingardystinum í Porto 31. august í 2017.

 

Tá portugisiski hópurin var í Føroyum í oktober í 2016 frættist aftaná, at eingin portugisiskur leikari gav sær so góða tíð at práta við tey ungu og børnini, og at skriva autografar sum júst Pepe. Harði hundurin á vøllinum var hin blíðasti maðurin uttanfyri vøllin.