Per Gúnt hevur helst føroyskar røtur

Henrik Ibsen hevði ætlanir um at skriva ein sjónleik um Magnus Heinasson

Sjónleikur
Kim Simonsen

»Tíðum gera persónar í mínum leikum meg ovfarnan við at hesi siga ella gera slíkt eg ikki hevði vænta?«
Henrik Ibsen


Tað eru helst ikki so nógv, sum vita tað, men mæta skaldið Henrik Ibsen hevði frá 1863 til 1870 ætlanir at skriva ein søguligan sjónleik um Magnus Heinason. Venda vit okkum til bókmentasøgurnar og ævisøgur um Ibsen, finna vit júst hesar upplýsingar. Tað er áhugavert at hugsa um hvønn leiklut hann hevði valt at givið tjóðarhetju og blóðvitni okkara Magnus Heinason.
Orsøkin til áhugan hjá Henrik Ibsen fyri Magnusi Heinasyni kom av, at í 1863 kom bókin »Norske Rigs-Registranter«, ið er eitt savn av keldum til søgu Noregs. Í hesum savni vóru prentað 11 brøv um avrik Magnusar á land sum á sjógvi. Tvey ár seinni í 1865 útkom enn eitt bind, har vóru 5 nýggj brøv um Magnus Heinason.
Henrik Ibsen var fastur gestur í bókmentafelagnum, har Paul Botten-Hansen, vinur hansara, vísti hann á lív og lagnu Magnus Heinasonar. Ein annar vinur var ríkisarkivarurin Michael Birkeland, ið hevði hug at skriva eina ritgerð um Magnus Heinasson. Hetta hevði hann tó ikki tíð til, men hevði valt at sett Ibsen væl inn í hesar keldur, ið viðgjørdu lívið hjá Magnusi Heinasyni.
Ibsen fór í holt við arbeiði, honum vænt gjørdi hann av at skriva alt niður um persónarnar. Seinni lat hann alt liggja og sodna í huganum, til hann kendi persónarnar til botns og kundi síggja teir framman fyri sær. Ibsen kom tó at skriva kenda leikin: »Brand« áðrenn leikin um Magnus, og eftir hetta kom leikurin um »Per Gúnt« at køva arbeiði við leikinum um føroyska uppreistrarmannin.
Í Rom í 1865 byrjaði Ibsen aftur at hugsa um at skriva henda sjónleik. Í 1866 arbeiddi Ibsen enn einaferð við hesum tilfari, men sum fráleið kom persónurin og fantasturin Per Gúnt undan kavi og hetta evni tók yvir, kanska tí Per Gúnt og Magnus Heinason er sera líkir. Per Gúnt sigst hava livað helt Ibsen fyri í einum brævi frá 1867. Hesin sigst hava livað í Guldbrandsdalen í 17 øld. Navn hansara var enn kent millum fólk, men um lív hansara vita vit ikki meiri enn man kann lesa í Asbjørnsensa »Norske Huldreeventyr«, her serligani úr brotinum um »Højfjeldsbilleder«.

Ibsen: Magnus Heinasson var ein forherðingur
Í 1870 møtti danski rithøvundin Peter Andreas Rosenberg, Henrik Ibsen, ið eldhugaður segði frá søguni um Magnus Heinason. Rosenberg var tá bert 12 ára gamal, men mintist, at hann hevði spurt Ibsen, hvat slag av menniskja hesin Heinason var, tá mælti Ibsen seigligani við stórari tyngd, at: »Han var en stor skurk«. (Hetta stendur at lesa í »Nationaltidende« 28/7 1926.)
Tað eru fleiri orsøkir til, at Ibsen valdi at lata hetta tilfarið liggja eftir. Ibsen livdi leingi og broytti við tíðini áskoðan á nógvum økjum. Hann fór frá tí tjóðskaparligu-skandinavistisku tilveru- og søguáskoðanini til eina meiri realistiska og Europeiska áskoðan. Somuleiðis væntaði honum fleiri keldur um Magnus Heinason.

Ibsen og uppreistrarfólk
Einar Østvedt skrivaði í 1969 bókina: »Magnus Heinessøn ? Et Ibsen-skuespil som aldri ble skrevet«, hendan bókin er heldur løgin men sigur frá júst hesi søgu um ætlanir hjá Henrik Ibsen. Østvedt helt, at fram til 1865 dámdi Ibsen uppreistrarfólk og var livandi tikin av andsøgnini millum einstaklingin og statin. Serligani hetta, at staturin umboðaði frælsisskerjandi lógir og smáborgarligar tølandi siðvenjur.
Samanumtikið meinti Østvedt, at tað er ógjørligt at fáa eyga á ávíst endamál í lívinum hjá Magnusi Heinason. Hann hevði ein gramman hug á lívinum. Tað var helst rastleysi ævintýrhugurin, ið var meginorka hansara. Magnus legði lítið í giftarmál sítt, snýtti teir hann arbeiddi saman við. Somuleiðis tey hann átti at hjálpt, kanska serliga føroyingar. Hann troytti sjórænaratilveruna og drakk við villum matrósum, sum við konginum sjálvum. Var Magnus konsekventur, meinar Østvedt, var tað í síni vanvirðing fyri myndugleikunum, fyri rentumeistarum, dómarum og feudala statsvaldinum. Helst var Ibsen áhugaður í Magnus Heinason, tí hesin hóast alt umboðaði ein ótemjandi vilja til frælsi og royndina at relisera seg sjálvan ? uppá gott og ónt ? júst sum Per Gúnt.
Soleiðis sæð hevur fiktivi persónurin Per Gúnt, um nakrar, helst føroyskar røtur. Tað var nú keðiligt, at Henrik Ibsen bert hevði ætlanir um at skriva ein sjónleik um Magnus Heinasson ? og ikki gjørdi hetta.

Ludvig Daae: Om Magnus Heinessøn. 1869.
Mogens Østvedt: Mogens Heinessøn ? et Ibsenskuespil som aldri ble skrevet. 1969.