Per Stig kundi velja

Nú tann danska stjórnin bleiv umskipað, varð Per Stig Møller fluttur úr uttanríkisráðnum til mentamálaráðið. Hetta var eisini tað, sum politisku eygleiðararnir í Keypmannahavn høvdu væntað, men sjálvur sigur ráðharrin, at hann fekk fleiri málsøki at verlja ímillum.

Per Stig Møller sigur við kringvarpið DR, at hann gav sær góðar stundir til at taka ta endaligu avgerðina um, hvat málsøki hann skuldi velja.

Hann vil ikki siga, hvørji tilboð hann fekk, tí tað kemur ikki øðrum við, sigur hann.