Óperfektur filmur um tað perfekta

Hóast filmurin er hugtakandi, missir ?Eingin kann gera tað perfekta? nakað í royndini at vilja alt í senn, skrivar ummælari í Sosialinum í dag

Katrin Ottarsdóttir hevur ikki gjørt tann perfekta dokumentar-filmin við filminum ?Eingin kann gera tað perfekta? um myndahøggaran Hans Paula Olsen. Til tess vantar eitt neyvari fokus.

 

Hinvegin fáa vit eitt forkunnugt innlit í listarligu strembanina eftir perfektiónini, sigur ummælarin Pætur M. Dahl, millum annað í drúgvum ummæli av nýggja filminum í Sosialinum í dag.

 

Víðari sigur hann:

Hans Pauli Olsen er listafólk við stóra L. Ongin ivi um tað. Og júst hesa sannroynd eydnast tað Katrin Ottarsdóttir at lýsa til fulnar.

Tað er ein sonn fragd at síggja og hoyra, hvussu Hans Pauli forklárar og lýsir sítt megin ?paradoks? við at játta seg til realismuna, men samstundis nokta at lata sína standmynd verða eina reina endurspegling av veruleikanum.

 

Hinvegin heldur ummælarin, at krossklippingin í filminum av familjuni, modellinum og arbeiðsgongdini til tíðir ørkymlar meira, enn hon vegleiður hyggjaran.

- Her er tað tíverri týðiligt, at filmskaparin vil ov nógv í senn, sigur ummælarin, sum kortini heldur Katrin Ottarsdóttir framvegis vera eitt av oddafólkunum innan føroyska filmsheimin.

 

?Eingin kann gera tað perfekta? verður frumsýndur í Føroyum í næstum.