³Føroyar eru so dramatiskar!²
Robert Mason skeinkir kaffi uppí. Hann kom her í gjárkvøldið, og staðfestir longu nú, at her vil hann fegin koma aftur. Við síni familju væl at merkja.
? London er so dálkaðar býur. Míni børn høvdu elskað at komið higar til ta reinu luftina. Eg vil eisini fegin hitta føroyskar listamenn, og kanska fáa í lag framsýningar her í Føroyum og eisini fáa føroyskar listamálarar til Onglands.
Aftan fyri myrku, livandi, eyguni, býr ein eldhugi, sum ikki skal vísa seg at vera ógrundaður.
Á hesum sinni er tíðin stutt. Longu fríggjadagin gongur leiðin aftur til Onglands hjá Robert Mason, sum er í Føroyum saman við enska oljufelagnum LASMO. Og hann hevur skund. Myndir skulu hangast upp í Listaskálanum.
Við einum fínum orði kann Robert Mason kallast ein sosialrealistiskur málari.
? Ja, tað havi eg fyri sovítt onki ímóti at verða kallaður. Mær dámar væl at mála landsløg, men eg vil eisini hava menniskju við í mínum arbeiði. Og gjarna arbeiðandi menniskju. Menniskjan er ein týðandi partur av heildini. Tí kundi eg eisini hugsað mær at hitt nakrar føroyskar sjómenn, sæð teir arbeitt, og fingið íblástur tann vegin. Føroyska landslagið er fantastiskt, men tað verður uppaftur meira spennandi, tá tú fært menniskjuni við, sum liva gerandisdegin í hesi náttúruni.
Sorgarleikur
At prátið hjá Roberti ikki bert er romantisma vísa tey trý árini, hann fylgdi enskum kolaminuarbeiðarunum niðri í tunnlunum og uppi í kranunum og tann vegin fekk íblástur til 150 málningar, ið betur enn orð lýsa harðbalna gerandisdagin hjá ensku arbeiðarunum.
? Fyri meg er tað týðandi at koma í rættiligt samband við tey menniskju, eg máli. Tað ger tað lættari fyri meg, tá eg so loksins fari í holt við at mála.
Men lætt hevur tað ikki altíð verið hjá 51 ára gamla Robert Mason. Frá tí hann var 10 til 14 ár, misti hann alla sína familju. Í mong ár vildi hann slettis ikki práta um stóra privata sorgarleikin við nakran. At mála var hansara terapi. Men í dag hevur hann onki ímóti at greiða nærri frá.
? Systir mín doyði bert 18 ára gomul í 1956. Hon hevði heilasvull, og talan var um eina sera pínufulla og tunga leið móti deyðanum. Eldri beiggi mín var tann næsti. Hann hevur somu sjúku sum systir mín, og doyði bert 21 ára gamal. Nakað seinni doyði móðir mín av krabbasjúku. Stutt eftir doyði faðir mín eisini av krabbasjúku. Men í roynd og veru doyði hann av sorg. Eg misti sosatt alla mína familju eftir fýra árum, og eg stóð longu á einum vegamóti 14 ára gamal. At mála var ikki ókent fyribrigdi í míni familju, og eg valdi at fara ta leiðina eisini.
Í mong ár var deyði, pína og sorg altumfevnandi í málningunum hjá Roberti Mason. Fyrsta stóra fyrimyndin hjá Mason var eisini norski listamálarin Edward Munch, sum eisini gjørdi deyðan so livandi og veruligan á løriftinum. Soleiðis var Mason á heilt ungum árum í Noregi og granskaði málningalistina hjá Munch, stuðlaður við legatum úr Onglandi.
? Hansara systir doyði eisini, so á ein ella annan hátt var ein kensluligur skyldskapur har.
Merkir hetta eisini at sorgarleikur skal til, áðrenn stórfingin list sær dagsins ljós?
? Ja, hatta er ein vælkend tesa. Eg skal ikki siga, at tú ikki kanst vera glaður og samstundis gera stóra list. Kortini tykist tað sum, at nógv av tí, sum dregur meg til sín ofta hevur ymsar myrkar søgur sum drívmegi aftanfyri. Talan nýtist ikki altíð at vera um deyða. Kenslan av einsemi í atelierum kann eisini vera nógmikið. Tað veldst alt um, hvør tú ert.
Kring allan heim
Curriculum vitae (les: listin yvir, hvat hann hevur útynt sum listamaður) hjá Robert Mason er eisini drúgt og imponerandi. Útbúgvin á Harrogate School í 1965, útbúgvin á Hornsey School af Art í '68 og síðan útbúgvin á British School at Rome í 70 eru góð barlast hjá Mason. Síðan hevur hann undirvíst í rúgvu av skúlum. Eitt nú University of North London, University of Florida, Chelsea School of Art. Síðan 1995 hevur hann verður leiðari á Wimbledon School of Art. Hann hevur vunnið rúgvu av prísum, tilsamans níggju. Eitt nú Italian Government Schlarship í 1968, Arts Council Major Award, og í 1994 var hann Elected Fellow of The Royal Society of Arts.
Og mongu útstillingarnar hjá Robert Mason høvdu fylt alla hesa blaðgrein, so tað er lættari at staðfesta, at hann hevur hingið uppi at kalla í hvørjum listaskála, sum hevur nakað upp á seg.
Tann stóri heimurin dregur eisini Robert Mason. Í november gongur leiðin til Argentina. Hann hevur júst verið í Hong Kong. Og so nú eru tað Føroyar.
? Eg vóni sum sagt, at eg fái stundi at mála nakað meðan eg eri her í Føroyum. Og kanska gerast Føroyar og føroyingar partur av eini framsýning eg fari at hava, ið øll er sprottin úr teimum ferðum kring heimin, eg geri. Eitt nú haldi eg at Hong Kong er fantastisk spennandi. Eg hitti lokal listafólk eisini har, og júst hetta at hitta fólk, sokallað vanlig fólk, og ikki bert ráðandi stættina, gevur mær íblástur.
Sponsoreraður
Men hvat sigur Robert Mason so til, at vera beinleiðis sponsoreraður av enskum oljufelag?
? Ja, tað finnast uttan iva tey, sum siga, at eg havi selt teg sjálvan ³to the devil². Men hetta eru ofta fólk, sum ongantíð sjálvi hava verið partur av tí veruliga lívinum. Eitt nú tá eg málaði kolaminuarbeiðararnar, so var eg har teir arbeiddu. Eg málaði andlitini á ókendum fólki. Soleiðis komu andlitsmyndir av ókendum kolaminuarbeiðarum at hanga í stórum listaskála í New York. Eg romantiseri ikki nakað. Eg málið útilokandi tað sum eg síggi við mínum eygum.
? Soleiðis hendi tað eg, at ein kendur onglendingur í hægri starvið vildi hava meg at mála mynd av sær. Hann sendi eina gamla mynd, har hann var ungur. Hetta var helst myndin hann hevði av sær sjálvum í sínum egna høvdi. Men soleiðis sá eg hann ikki. Eg kravdi at sleppa at mála hann, sum eg sá hann. Og soleiðis bleiv tað.
Robert Mason sigur, at LASMO, sum hann nú arbeiðir fyri, hevur verið sera opið.
?Eg eri sloppin at mála verkamannin innan oljuvinnuna, sum eg síggi hann. Og felagið blandar seg ikki.
Robert Mason vísir eisini á, at Edward Munch í veruleikanum livid at at mála norska yvirklassan.
? Men við síðurnar av málaði hann so eitt nú legendariska Skríggið. Og soleiðis hevur tað eisini verið hjá mær. Eg havi málað málningar, sum eg á ongan hátt vil selja. Teir eru ov persónligir. Eitt nú er tað ein málningur, sum er sprottin úr brævi, sum pápi mín sendi til mín. Eg fekk tað dagin eftir, hann var deyður. Hetta brævið var fylt við kærleika, og var ein øgiliga sterk og skakandi uppliving í mínum lívi. Og eg mátti fáa tað út við at mála.
? At mála hevur verið mín terapi. Eg haldi, tað er soleiðis, eg havi yvirlivað. Í dag er deyðin ikki altumfevnandi í mínari list. Men hann spøkir altíð aftur. Tí sært tú, mítt smílandi andlit er bert ein maska. Fólk síggja ikki altíð pínuna aftan fyri smíli.
Myndatekstur: Robert Mason hongur myndir upp í Listaskálanum í sambandi við at enska oljufelagið LASMO hevði stóra móttøku í listaskálanum mikudagin. Oljufelagið er í samstarvi við DONG, Amerada Hess og Norsk Hydro í einum oljusamtaki, sum eitur The Faroese Partnership.
Hetta er ein sjálvsmynd av Robert Mason. Hon er málað í 1987, og eitur Stalking a Lost Deed. Deyðin og saknur eru drívmegin í hesum málningi. Sjálvur sigur Mason, at andlitini hjá foreldrunum og systkinum eru á myndini, men tey eru dekkaði av løgum, sum eru málað út yvir og síggjast sostatt ikki.