Tað er einki, ið bendir á, at yvirgangsfólk goyma seg millum mongu flóttafólkini, ið streyma til Danmarkar í hesum døgum. Tað upplýsir Finn Borch Andersen, virkandi stjóri í PET, fregnartænasta donsku løgreglunnar, á tíðindafundi í dag.
- Vit hava ongar upplýsingar, ið benda á, at yvirgangsfólk eru komin inn í flóttafólkaskipanina. Hinvegin eru vit ikki góðtrúgvin, og talan er um eina arbeiðsuppgávu í PET, ið vit taka í størstu álvara, segði Finn Borch Andersen.
Jyllands-posten skrivar, at hetta ikki er fyrstu ferð, at PET hevur afturvíst óttanum fyri, at yvirgangsfólk hava sníkt seg inn í landi við flóttafólkunum. Áður hevur felagsskapurin víst á, at tað er júst undan víðgongdum muslimum, at flóttafólkini rýma, og tí er ikki sannlíkt, at yvirgangsfólk høvdu verið vælkomin millum flóttafólkini.
- Tað hevði slett ikki loyst seg hjá teimum, at flutt seg við flóttafólkastreyminum allan vegin gjøgnum Evropa. Vandin fyri at verða uppdagaður av flóttafólkum, ið ongan samhuga hava við IS, er rættiliga, rættiliga stórur, og vandin fyri at vera uppdagaður av tí eftirliti, ið er gjøgnum Evropa, er eisini stórur, segði Finn Borch Andersen á tíðindafundinum.
Mett verður, at umleið 12.400 flóttafólk eru komin til Danmarkar síðstu tvær vikurnar. Tey flestu steðga tó ikki í Danmark, men ynskja sær friðskjól í Svøríki.