PET til viðgerðar í løgtinginum

Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, um at seta í gildi PET lógina í Føroyum, skal í dag til 2. viðgerð í tinginum.

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste, sum lógin eitur á donskum, hevur til endamáls at áseta heimildir og skyldir hjá donsku fregnartænastuni.

Uppskotið hevur verið til viðgerðar í rættarnevndini, og ein meiriluti mælir til at taka undir við uppskotinum.

– Endamálið við lógini er at áseta nágreiniligar reglur fyri tí virksemi, sum PET útinnir í Føroyum. Í dag eru ongar nágreiniligar reglur um hetta. Uppskotið bøtir um rættartrygdina, samstundis sum ætlanin við uppskotinum er ikki at geva PET víðari heimildir enn sambært galdandi reglum. Lóggávan betrar eisini um eftirlitið við virkseminum hjá PET, skrivar meirilutin í álitinum.

Í meirilutanum eru Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen, Steffan Klein Poulsen og Ingilín D. Strøm.

Ein minniluti í Tjóðveldi mælir kortini frá at samtykkja uppskotið. Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir vísa á, at millum endamálini hjá PET er at mótarbeiða lógarbrotum móti suveræniteti hjá statinum. Samstundis sum at Tjóðveldi hevur sum endamál at virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, er endamálið hjá PET beinleiðis í andsøgn við endamálið hjá Tjóðveldi.

– Vit meta tað vera skeivt, at Løgtingið samtykkir lóggávu, sum gevur útlendskum valdi heimildir mótvegis fólkinum í Føroyum. Í lógaruppskotinum er ásett, hvussu PET í sakargransking í møguligum revsiverdum viðurskiftum t.d. kann fremja tingsilsinntriv sum avlurting, fremja húsarannsóknir og at fregnast. Hetta eru sera álvarsom inntriv í lívið hjá fólki. Eisini er ásett í lógini, at PET kann savna og biðja um týðandi persónsupplýsingar, men tað er ikki greitt, hvørjar heimildir eru at geva hesar upplýsingar víðari, skrivar minnilutin.

Tingfundurin byrjar klokkan 13:30 í  dag.