12 ára gamli havnadrongurin Ragnar Finsson er ein av teimum, sum hevur vunnið seg í finaluna í Talent-kappingini, og Peter Aalbæk heldur, at føroyski tónleikarin hevur ein møguleika at vinna Talent í annaðkvøld.
- Eg havi verið imponeraður av framførslunum hjá Ragnari. Líka frá fyrstu upptøkuroyndini til framførsluna í hálvfinaluni. Tað er einki at ivast í, at hann er ein ordiligur tónleikur og dugir at spæla gittar. Eingin hevur gittarin hangandi so langt niðri, um viðkomandi ikki dugir væl at spæla, sigur Peter Aabæk skemtandi.
- Eg vóni, at Ragnar í finaluni torir at biðja um hjálp frá nøkrum javnaldrum. Í fyrstu sendingunum sang hann einsamallur, men í hálvfinaluni fekk hann hjálp frá tveimum vaksnum tónleikarum. Eg vóni, at hann í finaluni fer at vísa, hvat hann dugir, tá hann spælir saman við tónleikarum á hanara egna aldri.
Peter Aalbæk heldur, at finalan er rættiliga opin, og fleiri hava møguleika at vinna.
- Ragnar hevur heilt greitt ein góðan møguleika í finaluni, og eg dugi als ikki at gita, hvør fer at vinna. Vit hava átta stór, men ymisk talent í finaluni, og tað er vónleyst at siga, hvør fer at standa eftir sum vinnarin, sigur hann.
Talent veður sent á DR1 klokkan 19 fríggjakvøldið. SvF sendir finaluna frá klokkan 19.15.