Tá morðdømdi Peter Madsen í dag flýddi úr Herstedvester Fængsel í Keypmannahavn, var hann í einum bumbulíknandi belti, og hótti við onkrum, sum líktist eini skammbyrsu.
Men løgreglan metir ikki, at nøkur spreingievni vóru í beltinum, ella at talan var um ein veruliga skammbyrsu.
– Tað er einki, sum bendir á, at har hava verið spreingievni uppií. Vit halda, at tað var ein eftirgjørd bumba, sum líktist nógv eini bumbu, sigur Mogens Lauridsen, politiinspektørur hjá Københavns Vestegns Politi á tíðindafundi.
Hann sigur, at Peter Madsen tveitti tað sum líktist eini skammbyrsju frá sær, tá hann varð handtikin.
##med2##
– Vit halda ikki, at tað var ein skammbyrsa, men tað líktist eini, sigur Mogens Lauridsen.
Eftir at hava hótt seg úr fongslinum, var Petur Madsen tó ikki leingi ein fríur maður.
Herstedvester Fængsel setti alarmin í gongd kokkan 10:21, og talsterkt løgreglulið varð alt fyri eitt sent avstað. Fimm minuttir seinni varð Peter Madsen handtikin í einum hvítum vøruvogni.
##med3##
Tað er tó einki, sum bendir á, at bilførarin kendi Peter Madsen.
– Sum vit síggja støðuna, leyp hann inn í hvíta vøruvognin. Hvat hendi har, skal eg ikki kunna siga. Vit skulu avhoyra bilføraran, sum ikki tosar danskt.
Politiinspektørurin sigur víðari, at løgreglan ikki heldur, at Peter Madsen hevur havt nakran at hjálpa sær.
##med4##
– Tað eru vit við at kanna, men tað er einki, sum bendir á tað, sigur hann.
/ritzau/