Peter Pan úr Kunoy

Sjónleikarin Anna úr Kunoy hevur fingið vind í seglini sum sjónleikari í Danmark. Hon er hálvur føroyingur, kristin fult og heilt og hon droymir ikki um at broyta navnið hjá sær, hóast hon ongantíð hevur verið í Kunoy

SJÓNLEIKUR

Høvuðsleiklutin í stóru uppsetingini av sangleikinum um Peter Pan á Århus Teater hevur Anna ur Kunoy. Men Anna hevur ongantíð verið í Kunoy.
Við einum tílíkum eftirnavni sum hesum, so hava vit sjálvandi við Føroyar at gera. Og Anna er eisini hálvur føroyingur. Pápin kallast Jakob úr Kunoy, og føroyski parturin av hennara familju er úr Norðagøtu. Einar fimm ferðir hevur Anna vitjað í Føroyum, men ongantíð hevur hon verið í Kunoy.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sjónleikur
Pápi hennara hevur at kalla alt lívið búð í Danmark, orsakað av at foreldrini fluttu til Danmarkar áðrenn kríggið og sluppu av góðum grundum ikki aftur til Føroya og vóru síðani verandi, tá kríggið varð av.
 Anna er í dag tretivu ár hesa seinastu tíðina hevur havt høvuðsleiklutin í sangleikinum Peter Pan á Århus Teater, sum hevur verið framúr væl móttikin.
Hon er uppvoksin í Keypmannahavn. À eftirskúla fær Anna á fyrsta sinni áhuga fyri sjónleiki, og hon søkir og sleppur inn á sjónleikarskúla sum átjan ára gomul í 1992. Fýra ár seinni er hon útbúgvin sjónleikari á Århus Teaterskole.
- Eg var øgiliga ung, tá eg slap inn á sjónleikarskúla og hevði ikki upplivað nógv av lívinum áðrenn. Alt mítt vaksna lív havi eg verið sjónleikari, og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur merkt meg, at eg var so mikið ung og visti so lítið til lívið, tá eg byrjaði á sjónleikarskúlanum, sigur Anna ur Kunoy.
Yrkisleiðin sum sjónleikari hevur ført hana til nógvar uppgávur. Hon byrjaði á Svalagangen, sum er eitt leikhús í Århus, og síðani hevur hon arbeitt ymsastaðni í styttri ella longri tíð.
Í løtuni spælir hon fjórða árið á rað barnaleik á Århus Teater. Hóast aldurin er um tey tríati, so kann hon meira enn so nýtast til barnaleikir, og leiklutir sum drongur klárar hon eisini.
-Eg elski at spæla fyri børnum. Haldi eisini leikurin um Peter Pan er so gevandi, hóast hann rýmir til síðst, og leikurin kanska ikki endar so væl, so haldi eg leikurin kann kveikja nakað gott hjá børnunum. Peter Pan flytir til eina dreyma verð av tí at hann kennir seg særdan. Tað er ikki fyrr enn at hann hittir Wendy og harvið kærleikan fyri fyrstu ferð, at hann kemur fyri seg aftur, sigur Anna ur Kunoy.  
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kristin
Um tað hevur nakað við arvaeindina úr Eysturoynni at gera er ikki gott at vita, men í øllum førum hevur kristindómurin ómetaliga stóran leiklut í lívinum hjá Onnu.
-Eg gjørdist kristin fyri sjey árum síðani, og í dag hevur hetta at kalla alt at siga fyri meg. Eg sigi stundum nei til at spæla við í leikum ella filmum, tá eg ikki kann standa inn fyri teimum. Tað skal vera nakað lív í teimum ? nakað lívsjáttandi, sigur Anna ur Kunoy.
Tað er sjón fyri søgn, at Anna av fullum huga er kristin. Ì skiftingarrúminum hjá henni hevur hon rættað sær eitt lítil altar, sum hon rópar tað, til við livandi ljósum fyri at halda seg nær at gudi. Til dagligt býr Anna, sum hvørki er gift ella eigur nøkur børn, saman við trimum øðrum kristnum í einum húsi í Århus.
-Vit styðja hvønn annan, biðja saman og hjálpa hvørjum øðrum, sigur Anna, ið sum kristin hvørki nýtir rúsdrekka ella spælir kort.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vil ikki broyta navn
Hóast hon altso hvørki hevur verið í Kunoy ella dugir føroyskt, so vil hon ikki hoyra talan um at broyta ella sleppa sær av við føroyska eftirnavnið.
- Navnið er á ein ella annan hátt partur av mær. Og eg eri eisini errin av mínari føroysku rótum, sigur Anna ur Kunoy, sum fegin vil heilsa Emmu og Elsu í Norðagøtu.
Hon hevur áður havt eitt millumnavn, men tað varð strikað, men hon er nú einaferð úr Kunoy, og tað verður hon verandi, sigur hon.
Hvussu er og ikki so heldur Anna fyribils fram sum Peter Pan stutta tíð afturat. Tað er ikki heilt greitt, hvat fyri sjónleikarlig avbjóðing stendur fyri framman, men Anna nýtist ikki at keða seg, tí hon er í løtuni í holt við at útbúgva seg sum kirkjusangara, sum sameinir áhuga og yrki fyri hálva føroyingin.