Petteri Orpo nýggjur finskur forsætisráðharri

Petteri Orpo, formaður í Samlingspartiet í Finnlandi, er í dag góðkendur sum avloysari hjá Sanna Marin.

 

Nýggi finski forsætisráðharri, Petteri Orpo Mynd: Mikko Stig/EPA/Ritzau Scanpix

Tann 53 ára gamli konservativi Petteri Orpo er í dag sum væntað góðkendur sum nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi.

Hann verður harvið avloysari fyri ta 37 ára gomlu javnaðarkvinnuna Sanna Marin, sum var heimsins yngsti stjórnarleiðari.

Orpo, sum stendur á odda fyri Samlingspartiet, segði í síðstu viku, at hann hevði funnið semju um at skipa eina høgrasinnaða stjórnarsamgongu í Finnlandi.

Umframt Samlingspartiet eru tjóðskaparligi flokkurin De Sande Finner eins og Svensk Folkeparti og Kristindemokratarnir við í stjórnarsamgonguni.

/ritzau/Reuters

 

 

Nýggi finski forsætisráðharri, Petteri Orpo Mynd: Mikko Stig/EPA/Ritzau Scanpix