Petterson fær Norðurlanda Bókmentavirðislønina

Tað gjørdist norski rithøvundurin, Per Petterson, sum fekk Norðurlanda Bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna ?Jeg forbanner tidens elv?

Ikki heilt óvæntað fekk Petterson Norðurlanda Bókmentavirðislønina 2009 fyri hesa lítlu, men sera merkisverdu skaldsøguna um, hvussu lívið glapp og framvegis tykist gleppa høvuðspersóninum Arvid av hondum.

Í grundgevingini fyri at lata Petterson virðislønina segði dómsnevndin millum annað

»Í skaldsøguni lýsir høvuðspersónirin sínar upplivingar og sítt arbeiði við at koma til sættis við minnini um fleiri lívskreppur í síni egnu familju. Á einum poetiskum og stillisligum máli, setir Petterson orð á, hvussu trupult tað er at fáa sagt tað, sum kennist mest neyðugt at siga við hvønnannan«

Norðurlanda Bókmentavirðislønin er á 350.000 krónur, og verður hon handað síðst í oktober.

Petterson er ein av mest virdu og best umtóktu rithøvundunum í Noregi.

Longu í 1997 varð hansara skaldsøga ?Til Sibirien? í uppskoti til Norðurlanda Bókmentavirðislønina.

Í 2003 fekk hann eina røð av altjóða virðislønum fyri skaldsøguna ?Ut å stjæle heste?, sum eisini er týdd til føroyskt.

Føroyska uppskotið til Norðurlanda Bókmentavirðislønina 2009 var Tóroddur Poulsen fyri yrkingasavnið »Rot«