Petti av spreingimottu endaði á vinnuøki

- Tað er nærliggandi at hugsa sær, at spettið stavar frá spreinging frá lendisarbeiðnum við flogvøllin, sigur løgreglan.

 

Klokkan 15.42 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Vágum, sum í fyrstu atløgu ljóðaði eitt sindur ógvuslig, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn tók til í morgun.

 

- Tað var ein persónur, sum var staddur á vinnuøkinum við landsvegin eystan fyri flogvøllin, ið helt, at talan var um ein stein, sum var komin inn á vinnuøkið.

 

Vestan fyri landsvegin oman móti flogvøllinum hevur leingi verið nógv jørð-og lendisarbeiði, og luturin kom inn á vinnuøkið eftir eina spreinging her niðri.

 

- Vit fóru vestur, men tá vit komu á staðið, vísti tað seg, at talan var um eitt petti av einari spreingimottu, sum var komin inn á økið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta var ikki eitt serliga stórt petti, kanska einar 20 ferðir 25 sentimetrar ella so. 

 

So, heldur enn at vera ein steinur av hesi støddini, sum - um illa vildi til - kundi gjørt stóran skaða, var talan um eitt gummipetti av einari spreingimottu.

 

- Tað er nærliggandi at hugsa sær, at spettið stavar frá spreinging frá lendisarbeiðnum við flogvøllin. Málið verður kannað, sigur løgreglan. 

 

Arbeiðseftirlitið fer at gera kanningar í málinum, men í løtuni er eingin skuldsettur, og tað er ikki vist, at her verður nøkur skuldseting.

 

- Tað veldst um, hvørja niðurstøðu Arbeiðseftirlitið kemur til, men her var eingin sjónligur skaði, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.