Petur Højgaard – dyggasta skorða frælsisins er fallin

Hóast lívið mangan kann tykjast í so kjøkrut, so er tað í meginregluni so sára eyðskilt. Tað rekur við og í aðru syftu rekur tað upp í ættina, sjógv­urin fløkist og leggur seg aft­ur, sjóvarføllini ganga yms­ar vegir, - so sniðfundiga er Skapanarverkið saman­skrúv­að, at yvir ávís tíðar­mál ræð­ur javnvágin, og lív­ið gongur sína gongd. Einfeldnið liggur í komuni og frá­ferðini. So einsa­mallur sum tú kagar inn í lívið á fyrsta sinni, líka so einsa­mall­ur fert tú frá fold­ini aftur, inn í himmalsku dýrd Hans­ara, ið øllum ræð-ur, treytað av treystinum í vónini og sann­føringini um teir lutir, sum vit ikki síggja.
Onki hugtak er sum frælsi umrøtt, brúkt og uppá kvamsvís misbrúkt ígjøgnum øldir. Hugmyndafrøðingar hava roynt at nágreina tað út í æsir, og síðani hava ym­iskir teknar teirra sett tað inn í sín egna kontekst, fyri at geva sær sjálvum frælsi til at taka frælsi frá onkr­u­m øðrum. Petur Høj­gaard varð meira enn tey flestu spleysaður uppí frælsis­hug­tak­ið, hann hevði óvanliga stóran áhuga fyri tí og um­røddi tað tíðum, táið vit hittust. Og tað var frælsi í víð­astu merking, ikki bara tjóðar­frælsi, sum lá honum á hjarta. Hugmyndin um hvussu barnið, ið kemur úr móður­lívi, er samanskrúvað, frælst og óspilt, og hvussu ymiskir máttir síðani trevsa skapningin til, og leggja bond á hann, var ofta eitt tema.
Fyri at nema við tann polit­iska partin, so hevði um­hvørvið neyvan væntað annað, enn at hann stálsettur skuldi ganga ófrælsisleiðina. Høgi intelligensurin, djúpa sálin og sjaldsama víðskygnið lyftu hann hugspekiliga á arnar­veingir, og soleiðis filo­soferaði hann seg inn í eina frælsisstøðu, sum hann ongantíð veik frá aftur. Hann akslaði síni skinn við frælsi, hann stóð heiðursvakt við frælsi, og eg havi ikki kent nak­að menniskja, sum á sama hátt er ella var sjálv ímyndin av hugtakinum frælsi í øllum tess fasettum. Í so máta var hann unikkur. “Frælsið er títt vakra navn.....”, syngur cubanarin Silvio Rod­rí­guez, og júst hendan strofan átti at verið meitlað inn í gravsteinin, nú Petur er farin undir flag í Glyvra kirkjugarði.
Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin átta­ti ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin renn­ur, og vit fljúgva avstað.” Fyrra heimsstríð var ikki lokið, táið Petur varð borin í heim, og bara eitt hálvt ár frammanundan høvdu bolsje­vikkarnir við Lenin á odda tikið valdið í tí, sum seinri gjørdist heimsveldið Sovjet, ið eisini liðaðist sund­ur í hansara tíð. Tí vóru tað ikki hissini royndir hesin heil­stoypti heiðamaðurin í Sal­tangará hevði sopið uppí seg, nú hann farin um kempu og dustsins aldur legði árarnar inn, mettur av døg­um, nítifýra ára gamal.
Petur varð borin í heim hin 16. mai 1918. Sonur ein av kendu rituvíkingunum, Palla, sum aftur var sonur fyrstu niðursetufólkini í bygdini, og Fíu slektað av Skipanesi. Nakað eftir fermingaraldur togaði sjógv­urin í hann, og hesin gjørdist onkursvegna hans­ara stóri áhugi æviskeiðina at enda. Hann var við “Lizzie”, ið Jógvan á Høgabóli førdi, og síðani var hann í fleiri ár við rituvíkssluppini “William Martin”, sum systkinabørn hansara Jørgen og Niclas skiftust um at føra.
20 ára gamal saðlaði hann um í 1938. Trolið dró, og hann gjørdist av grov­astu trolmonnum, eitt slag av eksperti í hesum reið­skap­inum, ið kom at hava so stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og føroyska innløgu. Skotar siga, at tú skalt brúka fimm ár á feltinum fyri at ger­ast fulltikin trolmaður, og hesa sveinaroyndina hevði Petur og dyggiliga tað. Hann keypti partabrøv í Tór­fe­lag­num í Havn, og fór við “Tór 1”. Haðani flutti hann í 1939 umborð í “Tór 2” saman við Jákupi á Trøðni, sum var skipari. Eitt legg fyrst undir stríðsárunum var hann við tí kenda skiparanum Hans Peturi í Brekkunum av Toftum við “Lizzie”, men í desember mánaða 1940 mynstraði hann aftur um­borð á “Tór 1”, sum Hans í Nýggju­stovu í Nólsoy nú var farin at føra.
Hendan túrin royndu teir norðarlaga á Glett­ingar­grunninum, teir vóru til saltfisk, og tað gekst væl í hond. Hópurin av leysum min­um vóru í farvatninum, und­ir og úr vatnskorpuni, og ein av teimum brast nær­hendis trolaranum hend­an vanskepnudagin 10. de­semb­er 1940. Hann var at kalla fullur undir lúk­ur­nar, táið teir hálaðu hetta kvøld­ið, og Petur, sum hevði deks­vakt, skuldi taka aftur­lemmin. Tá ið 15-favna merkið kom, var aftur ein ræðuligur minu­brest­ur, sum raseraði skip­ið, og táið hann síðani fór at leka, at drekka sjógv so rívan, var ikki annað at gera enn at seta bátarnar út og rógva til lands. Trolarin fór til botns. 17 fjórðingar róðu teir 18 menninir í eini lítlari jollu, og íslendingarnir tóku væl ímóti teimum í lýsingini á Brúnuvík. Haðani gingu teir í fýra tímar til Borgar­fjarðar, og tað guvaði longu úr kjøtpottunum frá feskum kálvakjøti, - boðini vóru bor­in teimum framman­und­an komuni. Petur hevði ein serligan alsk til ta íslendsku tjóðina, fólkið, og tað kunnu vera mangar orsøkir til tað, men hendan hjartaliga mót­tøkan man hava skroyvað nakað væl upp í sálini, og brent seg fasta, tí hann róði tíðum aftur á hesar dagarnar, tá heimurin annars var í holt við at knúsa seg sjálvan sundur á hermótunum syðri á í Europu.
Totalhavaríið av minu­spreing­­ing­ini á Eystur­land­in­um tók ikki dirvið frá hesum bræsna unglingi, og stutt eftir fór hann við “Suðuroy”, sum Tórfelagið eisini átti. Veturin 41/42 tók Petur skiparaprógv í Havn, og annars sigldi hann vandasjógv, tað ið eftir var av seinru stríðsárunum. Eftir tað var hann við fleiri føroyskum skipum, og í 1955 fór hann við íslendskum trolara, og var har fram til 1958. Hann var maður og bátsmaður. Ein ungur sandvíkingur var við sama trolara – 20 vetrar yngri – skaldið Steinbjørn B. Jacobsen. Einaferð flutti Steinbirni fram røðu fyri Merkinum - ein flaggdag – um okkara leiðir, og tað var ein rørandi sjón at síggja teir báðar taka um hvønn annan, eftir at gamli háskúlastjórin var komin niðuraftur av røðarapallinum. Steinbjørn segði mær seinri, at Petur hevði tikið sær so ómetaliga væl av honum umborð í ís­lendska trolaranum, hann hevði verið sum ein pápi fyri sær, so ungur sum hann var, og tað er ikki sørt, at tú hómar konturarnar av Peturi í frægu skaldsøgu hansara “Kasta”, sum at kalla er einasta litterera verkið um hesa tíðina, táið føroyingar hesi soltnu árini heima á landi lívbjargaðu sær í ís­lendskari fiskivinnu.
Heimafturkomin úr Ís­landi rendi Petur hjá Palla seg beint í tað kalda kríggið. Tað skreið skarpt í russiskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi um hetta mundið, teir royndu eftir sild norðanfyri, og Sildasølan hevði nú gjørt sáttmála við sovjetisku mynd­u­gleikarnar um sam­starv. Teir heittu á Petur um at fara á garnaveiði við teim­um sum eftirlitsmaður. Tað var gamaní, hann var ikki rædd-ur fyri tí óroynda, og hendan tíðin bleiv onkurs­vegna eitt marka­mót í lívi hansara, sum hann ofta róði afturá aftur, táið ein løta var. Tíðin var ein onn­ur, stríðið ímillum eystur og vestur harðnaði dag frá degi, heimurin var skivaður sundur í tey góðu og tey ringu, alt eftir hvørju megin jarntjaldið tú stóðst. Propagandan var øgilig, og tað var ikki sørt, at fólk rædd­­­ust mann­ingarnar á russ­­isku skip­unum, ja, onk­ur segð­ist enntá at vera sann­­­førdur um, at teir sum onki kundu eta børn. Hes­um slapp Petur ikki heilt snikka­­leysur burturúr, og eg minnist sum smá­­drongur, at menn í ram­asta álvara tos­aðu um, at hann politiskt var merktur av hesum, at treysta tjóð­veldis­­hug­sjón hansara var rodnað í meira lagi av sam­starvinum við komm­un­ist­isku kommi­serarnar um­borð á russisku garna­bátun-um. Seinri, táið vit gjørdust vinmenn, segði hann mær alla søguna um hetta, og hóast idé´irnar í hugsjón teirra í Kreml kundu tykjast skila­góðar og vælmeinandi, so kundi hansara turkatrúgv á frælsi einstaklingsins aldri her í verðini sáttast við stats­terrorin hjá Stalin, sum bara hevði lív lagað, tí at frælsi var skert til minstu mørk. Petur var demokratur. Hinvegin so dámdi honum ómetaliga væl at vera saman við russum sum starvsfeløgum, tað fjaldi hann ikki fyri, og hetta kann hava verið ein orsøkin til eystansinnaðu søgurnar.
Og sjálvur var hann ein forteljari – frásøgumaður - av Guðs náði. Originalur, djúpur og skemtiligur. Samstundis. Tær eru nógvar, søgurnar, sum nú liggja undir flagi inn­an­vert Grinkilsá. Í Svørtu Bók­ini, sum landsstýrið lat gera í full­veldis­skeiðnum, hóm­­ast spenn­ingarnir, sum eis­ini herjaðu oyggjar okk­­­ara í kalda krígnum. Ein dag­in hesin russiski garna­­­­bát­urin, sum Petur var við, liggur á Molanum í høvuðs­stað­num, verður heitt á Pet­ur um at koma ein túr nið­an á Marinustøðina. Tað skuldi ikki standa á, og innar komin fær hann beinanvegin var­hugan av, at meiri álvari var í hesum, enn hann væntaði. Eftir einum reyðum leypara verður hann leiddur inn í eitt høli, har tríggir stólar standa kring um eitt lítið borð. Tveir menn eru komnir innar undan honum, og hann leggur alt fyri eitt tvey og tvey saman, og skilir skjótt, at hetta eru fregnarar í kalda krígnum, - annar dani og hin amerikumaður. Og teir fara til sakina bein­anvegin, ætlanin er at krøkja hann til njósnara ímóti Wars­zawa­samgonguni. Sjálvandi gjørdist hann foyur, sá ikki seg sjálvan sum eina James Bond týpu, men so brúktu teir goggarametoduna, og lótu nakrar dýrar whiskeydropar í ein steyp, sum stóð á borð­inum. Hann tók ein slurk, og nú væntaðu teir, at hann gjørdist meira medgjørligur og munnlættur. Túnatosið helt fram, men táið hann hómaði botnin í glasinum aftur, mátti hann leggja eina beitu út, og nú segði hann seg hava sæð okkurt undarliga spegilsblankt úti undir væð­ingini í maskinrúminum, og tað sló ikki falskar ment­ir, nú oystu teir uppúr fløsk­uni, sum stóð niður við tí eina borðbeininum. Hann fekk sær ein til hitt bein­ið og boðaði teimum frá, at hann undir ongum um­støð­um ætlaði at svíkja russ­isku fiskimenninar, sínar lags-brøður á havinum. Hann takk­aði fyri seg, og soleiðis var ein føroysk krimi avlívað í føð­ingini. Petur hjá Palla gjørd­ist ongantíð spiónur.
Eftir hetta var Petur mað­ur, bestimaður og skipari við ymsum skipum. Eitt nú var hann við týskum trol­ara og við Dáva í Bø við “Magnus Heinason”, eldra, á salt­fiska­veiði í 1962, 1963 og 1964. Farma­sigling royndi hann eisini. Hann var stýri­maður við frysti­farma­skipin­um “Svan­ur” hjá Skipafelag­num Før­oyar í 1978, og eftir tað arbeiddi hann í drúgt ára­mál á trolvirkinum Vón­ini í Fuglafirði. Hetta var ein stór menningartíð í hes­um reiðskapi, og hann filo­sofer­aði nógv og brúkti sítt góða høvd og sínar drúgvu royndir til tess at finna ógingnar leiðir á hesum móti, og eitt av rationaliseringsmálunum hann stríddist við var at fáa eitt segl, seymað á høv­uð­línuna, at rigga, Havstovan hevur málið um hendur, og kanska fer tað innispunna tógvið at koma til høldar úr hesum í ókomnum døgum.
Seks dagar fyri Fólka­at­kvøðuna í 1946 giftist Petur Elsu Mariu, Essemiu, sum vit rópa hana. Skemtiliga lýsti Bjartalíð hendingina í kirkjuni hendan dagin í de­sember, hvussu leikur gekst, við Petursa egnu orðum, táið hann legði leiðina framvið í dansinum úti á Toftum hetta summarið, hann hevði fingið skiparaprógvið frá Føroya Sjómansskúla. Hóast smæðin og ræddur fyri konufólki eydn­aðist tað kortini, og í hús­­unum tey smíðaðu sær á trøðni hjá Palla, eftir strik­um frá Niels Paula í Heimi­stovu, hava tey livað saman til hendan dagin, táið hann mettur av døgum legði leið­ina inn í tær Himmalsku tjald­búðirnar. Børn teirra eru 9 í tali: Sólbjørg, Jónhild, Sig­mund, Dánial Petur, Poula, Erla, Hallbjørg, Gudny og Brandur. Tey siga samfelt um hann, at hann var jaligur, lívs­glaður, takksamur og sterkur í síni trúgv.
Petur var kirkjumaður av tí góða gamla slagnum, hann átti í sær ein magnfullan Guðsótta, sum var ósvitandi. Hetta sæst eisini aftur í lýr­isku royndum hansara, eitt nú í nógv sungna sang­inum, sum hann eisini smíð­aði lagið til. “Tú føddur før­oyingur fríur.” Seinasta ørindi er kortfattað líkasum manifestið, sum stendur eftir um hendan hugkveikta mann: “Hann álitið hevur tær givið, tú setir teg aftur í rong, tak róðrið og eingin ivi, vind Merkið á fulla stong.” Hann stóð miðskeiðis í før­oysk­ari mentan, jørðildið treyst og kjølfestan dygg, og umframt viðkomandi lesnað, var dansifelagið í Eysturoy hansara mentanarliga oasa, og sum ein modernaður før­oy­ingur tók til nú ein dagin, - Leivskvæði var hansara Xfactor.
Umframt alt annað búði í Peturi eisini ein óvan­liga rúmlig og sterk polit­isk dimensión. Hann var loys­ingarmaður um ein háls. Hann hevði sjálvur filo­so­ferað seg fram til hesa politisku kredduna, og onk­ursvegna tóktist tað, sum resonansur var kom­in í sveigg­ini ímillum heilan og hjart­að. Eg ivaðist onkun­tíð í, hvussu rationelt hetta nú var, við­hvørt var yvirvágin emotionel, tað líktist eini veking. Teir gomlu tjóð­veld­is­­menninir trúðu uppá frælsið, tí viknaðu teir heldur ongan­tíð í trúnni á, at Republikkin ájavnt og ásamt var hinu­megin næstu sýnuna. Tjóðar­­frælsið skuldi ikki takast umvegis Excel-ørk og stødd­frøði­lig­ar frymlar, men um­vegis hjartað við góðari hjálp frá heilanum.
Tá eg byrjaði mína gongd í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, fyri nærum 40 árum síðani, vóru onkrir av teimum gomlu feltsoldátunum hjá Erlendi Patursson, frá 50-árunum, framvegis í vælmaktini. Mær kemur til hugs eina grein, sum Jóanes Nielsen skrivar í Fríu Føroyum í 1985, undir heitinum: “Men úti undir væðingini í hvørjari sál liggur ein berserkur og slotar.” Hann skrivar: “Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag var hin djarvi tjóðveldismaðurin Erlendur Patursson. Men teir, sum trúligast fylgdu hon­um, vóru innan av tí konga­trúgva Skálafjørðinum. Menn, ið ofta verða sagdir vera polit­iska afturhaldið í Før­oyum, skutu tá við skørpum eftir kapitalismuni.” Og Eystur­oyggin gjørdist ein av sterk­astu bastiónum Tjóð­veldis­floksins, ikki minst Peturi Højgaard fyri at takka. Okk-ara vegir runnu saman á hesi politisku slóð, samskiftið var nógv og drúgt, og hann var ein áhaldandi kveikjari, sum ongantíð lat tey framvið rek­andi brúnasíðu skýggini á politiska hválvinum káma fyri málinum, sum treyta­leyst var ein føroyskur statur á jøvnum føti við allar aðrar full­veldistjóðir í heimi.
Tað var Petur, sum í eini samrøðu við 14. September, fyri mongum árum síðani, “visualiseraði” letina, sum er úrslitið av donsku ríkis­veit­ingini, ið danir spræna inn í politisku æðrarnar í Føroyum. Gjald fyri vald. Hann samanbar føroy­ing­in við fiskin í einum ali­ringi. Danir standa á gummi­brúgv­unum og tveita fóðurperlur í kjaftin á teimum, alt eftir tørvi, og sum frálíður dragna teir í mun til natúrligu kring­umstøðurnar. Tað ræður um at gøllhalda føroyinginum í ófrælsinum. Kemur á hol á ringin tiggja teir ikki lív á sama hátt sum smidligi laks­urin, ið mjáur fer andvegis rákinum og søkir sær føðina sjálvur.
Petur Højgaard valdi loys­ingina fragdardagin hin 14. September í 1946, og síðani valdi hann Tjóðveldisflokkin til sín doyggjandi dag. Hann var ein serliga trúgvur limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og hin 18. mai 2008, tann dag­in hann snúði sær um 90-ára hvarvið, var hann kosin fyrsti og higartil einasti heið­urslimur felagsins, m.a. við hesum orðum: “Uttantings hava tygum í seksti ára søgu floksins verið ein av alra fremstu oddvitunum. Áhald­andi, ein teirra, sum ongantíð boygnaði.”
At standa undir kirkjuni á Glyvrum í góðveðrinum hendan dagin, táið tú vart borin út úr hesum heilaga húsi, ið tú so trúliga hevði vitj­að, og sum hevði verið títt andaliga heim, og syngja Tjóðsangin, eftir at Bjartalíð prestur hevði kastað jørð á, tað var ein flottur jarð­isk­ur endi hjá einum megnar­manni, sum hevur verið mær og so mongum øðrum til kveikingar og íblásturs. Ein frælsiskastali er fallin, ellin tók hann, men tínir klóku og hugdjørvu tankar um eina happadrúgva føroyska framtíð á egnum beinum doyggja ongantíð. Tú hevur ikki livað til fánýtis og fyri at taka afturíaftur, so er dyggjasta skorðan undir fræls­inum fallin, sagt, tí at eg kenni ongan sum á sama hátt og so tilvitað hevði skilt álvaran í hesum og livdi í pakt við hugtakið. Tú átti mangar leikir á talv­borðinum, eisini í lívsins leiki, men nú bleivst tú settur skák í mát í foldarlívinum, mátti Drotturin hinumegin hvarvið – Hann ið øllum valdur, táið tað kemur til skarpskeringar, tikið sær væl av tær. Hvíl í friði mín góði vinur Petur Højgaard.
-----
tórbjørn jacobsen