Petur og Barbara vitjaðu FM1 við nýggjum sangi

(FM1) Hoyr samrøðuna sum var við Petur H. Jacobsen og Barbaru E. Jacobsen í ólavsøkusendingini hjá FM1

 

##med2##

 

»Várið« er eitt spildurnýtt lætt summarlag, sum fór í umferð til ólavsøkuna.

 

Orð og lag eigur Petur H. Jacobsen, sum syngur saman við døtrunum Barbaru E. Jacobsen og Beintu E. Jacobsen.

 

Føroyingurin Dávur Rasmussen, sum býr í Danmark, hevur framleitt og ljóðblandað lagið.

 

Seinnapartin vitjaðu Petur H. Jacobsen og Barbara E. Jacobsen studio hjá FM1 fyri at fortelja um sangin, og hvussu hann gjørdist veruleiki.

 

Fyri Petur hevur tað verið ein ávís tónlistarlig umstilling frá Country og Gospel til meira nýmótans tónleik, men Petur undirstrikar, at tað hevur verið ein spennandi ferð.

 

Fyrstu afturmeldingarnar Petur og Barbara hava fingið uppá "Várið" hava verið sera góðar. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Petur H. Jacobsen og Barbaru E. Jacobsen í ólavsøkusendingini hjá FM1. Síðst á ljóðfíluni hoyrist sangurin "Várið". 

 

Tú situr har, og hyggur út droymir um ein stað,

Har vakrir tankar føðast í góðum vinarlag.

Her er luftin myrk, og mótið tungt; dagur stuttur er. 

Mær leingist eftir summarnátt, nú myrkrið liggur her. 

 

Lotið nemur meg

Myrkrið nú leggur seg

Ì kæti fevni teg

Summarið er á veg

 

Ì løtum tá vit møttust, har í sólin ikki sá,

Ì gloymskuna vit løgdu myrkrið, har tað ringa lá.

Nú tungir tankar lætna, her lekjast míni sár.

Enn einaferð kann frøast, at aftur skjótt er vár.

 

Brátt várið vísir sína dygd, og himmal opnar seg.

Ein sólstrála eg hómi, sum nú skínur blítt á meg.

Nú er sól og summar hendan stilla, vakra dag.

Innan í eg merki nú mítt broytta sinnalag,

 

℗ Petur Háberg Jacobsen

Á Grækarismessu 2022

 

Lagt til rættis, frammleitt & ljóðblandað / Dávur Rasmussen

 

 

 

Samrøða við Petur H. Jacobsen og Barbaru E. Jacobsen um nýggja sangin tey hava latið úr hondum: "Várið"

Samrøða við Petur H. Jacobsen og Barbaru E. Jacobsen um nýggja sangin tey hava latið úr hondum: "Várið"