Petur og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

Aftaná 0-1 tap fyri AaB á útivølli er Lyngby aftast í niðurflytingarbólkinum í donsku Superliguni

Petur Knudsen byrjaði inni, og hann fekk 68 minuttir í álopinum hjá Lyngby, ið spældi dyst móti AaB á útivølli í Ålborg í niðurflytingarbólkinum í donsku Superliguni. 

 

AaB vann 1-0 við einum sigursmáli sum var skotið við einum brotssparki, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Petur hevði sjálvur onkran góðan málmøguleika í fyrra hálvleiki, og legði eisini upp til liðfelagar sum heldur ikki tóku av møguleikunum.

 

Lyngby er nú aftast í niðurflytingarbólkinum við 21 stigum. Lyngby hevur seks stig upp til AC Horsens, ið er triðaftast við 27 stigum. Tvey tey niðastu liðini flyta niður í næstbestu deildina aftaná lokna kapping.

 

Lyngby hevur fimm dystir eftir at leika. Komandi sunnudag taka teir móti FC Midtjyllandi á heimavølli, og nú mugu stig koma á kontuna.