Petur Pólson á Asfalt

Frontmaðurin úr Visible Fish og Clickhaze tók stór fet á tónleikapallinum í fjør. Og hann er til reiðar at gera tað sama í ár Á Asfalt 2006 var ein av mest gjøgnumførdu konsertunum tann hjá Peturi Pólson. Hetta fer uttan iva at endurtaka seg, tá ið Petur Pólson aftur verður at hoyra á Asfalt í ár.

Petur er navnframur í Føroyum sum yrkjari, tónleikari og í øðrum høpi. Hann var við í bólkunum Visible Fish og Clickhaze, men valdi so at fara aftur um tjaldið á mentanarpallinum fyri nøkrum árum síðani.

Eftir at hava verið í dvala gav hann út væl umtóktu fløguna ?Koma? á heysti í 2005 við sínum egna bólki. Limirnir í bólkinum hjá Peturi eru tó eisini navnframir og fevna um Eiler Hansen, Boga á Lakjuni, Una Árting, Knút H. Eysturstein og Niels Jákup í Jógvanstovu.

Allir hava verið við til at mynda føroyska tónleikapallin seinastu árini. Petur spælir fólkakendan alternativan rokk og arbeiðir í løtuni við eini nýggjari fløgu, ið væntandi kemur út seinni í ár. Hoyrið ímeðan tónleikin av fyrstu fløguni á Myspace.com/peturpolson.